Klumma: At vera ósamd um fosturtøku
Lær teg at lurta, so lurta fólk eftir tær
06.06.2018 - 00:30

 

Mín sannføring er, at tað er ein kempi trupulleiki, at vit ikki hava fría fosturtøku í Føroyum. Eg haldi sjálv, at frí fosturtøka er ein mannarættur (hóast Amnesty ikki heldur tað). Eg eigi mín kropp. Eg geri sjálv av, um eg vil verða organdonor og kanska lata annað nýra til ein ið hevur tørv á tí, og eg geri sjálv av, hvat skal vaksa innaní kroppinum hjá mær, sama um onkur annar heldur at tað í báðum førum eru mannalív upp á spæl. Eingin annar hevur rætt at taka slíkar avgerðir fyri eitt annað menniskja.

8. Juni verður stovnandi aðalfundur hjá felagnum “Frítt Val”, sum arbeiðir fyri fríari fosturtøku í Føroyum. Tað haldi eg er fantastiskt.

 

Eg havi ofta skeldast við fólk, ið eru ímóti fríari fosturtøku. Eg sigi skeldast, tí hesi kjakini hava verið alt annað enn civiliserað. Enntá við fólk eg eri góð við.

 

Er mann fyri ella í móti fríari fosturtøku, hevur mann í hvussu er eitt í felag. Mann er øgiliga sannførd/ur. Tá mann kjakast um eitt evni, sum mann følir sterkt fyri, gloymir mann ofta at lurta. At lurta er so ótrúliga týdningarmikið. Ikki bara lurta fyri at svara skjótt aftur, men veruliga lurta eftir, hvat hin persónurin sigur. Vit eiga at kjakast, vit eiga at siga okkara hugsan, men vit eiga kortini ikki at rópa í holið á hvørjum øðrum.

 

Fyri nøkrum mánaðum síðani var eg til eitt tiltak í Sirkus, sum handlaði um fría fosturtøku. Tá tiltakið endaði, tók ein eldri dama orðið. Hendan eldri daman var grúiliga ímóti fosturtøku. Av hesi orsøk var hon farin oman í Sirkus og hevði sitið í tveir heilar tímar millum eina rúgvu av hipstarum- og lurtað! Tí lurtaði eg eisini eftir tí, hon segði.

Tað hon segði broytti ikki mína hugsan um fría fosturtøku, men tað broytti mína hugsan um tey, eg eri ósamd við.

Hendan daman, sum eg helt meg vera púra ósamda við, greiddi frá, hvussu vit eiga at stuðla kvinnum áðrenn og aftaná fosturtøku. Hon meinti tað, hon segði av øllum sínum hjarta, og tað var ringt ikki at blíva rørd, har í hipstara mongdini. Sannføringin í røddini hjá henni var ikki til at taka feil av, og tað var tíðiligt at hon vildi okkum øllum og heiminum væl.

Kortini fekk eg ikki tikið undir við tí hon segði. Hon var sannførd um at fosturtøka var morð. Um fosturtøka er morð, hvør revsing er hóskandi til teirra ið fremja fosturtøku?

 

Kjakið er ikki svart og hvítt, sum tað verður gjørt til. Frí fosturtøka er als ikki einasta broyting, sum er neyðug fyri at føroyskar kvinnur fáa javnrættindi, men føroyskar kvinnur fáa ikki javnrættindi so leingi vit ikki hava fría fosturtøku. At gera kjakið so svart hvítt sum at vera "fyri lívi" og "ímóti lívi", ger tað eyka trupult hjá teimum sum koma í støðuna. Tær verða stemplaðar sum mordarar av sínum egnu børnum - nakað sum vit øll intuitivt vita at tær ikki eru.

 

Fosturtøka er slett ikki nakað ið eigur at bagatelliserast, tað er ein trupul avgerð. Nógv kann eisini gerast fyri at betra um upplýsing og nýtslu av fyribyrging í Føroyum, og fyri at betra um livi og arbeiðskor hjá mammum í Føroyum.

 

Vit fara sjálvandi ongantíð at stuðla hvørjum øðrum í avgerðum sum vit eru hart ímóti, men vit kunnu virða rættin hjá hvørjum øðrum at ráða í egnum lívi. 

 

Vónandi fara vit at klára at kjakast um hetta málið, heldur enn bara at skeldast um tað. Mest av øllum haldi eg, vit øll burdu lært okkum betur at lurta eftir hvørjum øðrum.

 

 
 

 

 

Video: HM á trappuni HM er byrjað, og fleiri fólk leita sær oman í Vágsbotn at hyggja. Men hvørjum halda tey við, og ætla tey sær eisini at hyggja eftir HM hjá kvinnum?
ShimaCon 2018: Føroya einasta 'nørda' stevna Shimacon er Føroya einasta stevna fyri tey, ið dáma anime/manga, kortspøl, cosplay, telduspøl og alt 'nørdut'
Nýggjur tónleikur frá Páll Finnur Páll Hoyr nýggjasta sangin her
Konnisa chill Konni Kass hevur gjørt okkum ein playlista við nøkrum av hennara yndisløgum!
Litbrá - Listin skal skapa lív Tú veist sikkurt ikki hvat Litbrá er, so les her og lær meira um tí spennandi verkætlanini í Tvøroyri