(c) Jussi Hellsten www.jussihellsten.com www.facebook.com/jussihellsten
Kulastu festivalarnir í Norðurlondunum
Hug at royna okkurt nýtt?
30.06.2018 - 13:40

Festivalsesongin nærkast og nógv hava ætlanir um at fara á teir føroysku festivalarnir í summar.

Men hevur tú hug til eina ørvísi festival uppliving, so kann tað kanska vera upp á tíðina at royna at fara til ein festival uttanlands.

Her eru nøkur uppskot til nakrar feitar festivalar í Norðurlondunum, ið enn ikki eru útseldir.

 

Oya, Noreg

7. august- 11. august.

Vikupass: 2700 NOK / Dagpass: 989 NOK

 

Oya festivalurin er nokk ein tann kulasti festivalurin í Noregi. Festivalurin er í Oslo, og hvørt ár hevur hann umleið 60.000 festivalgestir.

Á skránni verður alt frá hip-hop til pop og til death metal.

Høvuðsnøvnini í ár eru Kendrick Lamar, Arctic Monkeys og Arcade Fire. Men tað eru eisini nógv onnur spennandi nøvn, ið spæla á Oya.

Síggj øll nøvnini her

 

Flow Festival, Finland

10. august- 12. august

3 dagar pass: 215.00 EUR / dagspass: 99 EUR

 

Flow Festivalurin verður hildin mitt í Helsinki.

Vouge hevur fyrr sagt, at Flow festivalurin er tann kulasti festivalurin í Norðurlondum. So tað er ein væl dámdur festivalur, ið nógv fólk ferðast til. Í 2017 vóru 70.000 fólk og vitjaðu festivalin.

Høvuðsnøvnini í ár eru Ms. Lauryn Hill og aftur Arcitc Monkeys og Kendrick Lamar. Men onnur áhugaverd nøvn eru eisini: 6lack, St. Vincent, Brockhampton og Jorja Smith.

Síggj øll nøvnini her

 

 

Bræðslan, Ísland.

28. juli 2018

Dagspass: 9.300 ISK (Umleið 550 DKK)

 

Bræðslan er ein íslenskur festivalur. sum verður hildin í Borgarfirði, ein bygd í norður Íslandi.

Hetta er ein rættuliga lokalur festivalur, ið bert hevur íslensk nøvn í ár. Men um tú hevur hug til at uppliva íslendska mentan uppá ein heilt serligan hátt, so kann hesin festivalurin avgjørt viðmælast.

Høvuðsnøvnini í ár eru Emmsjé Gauti, Daði Freyr og eisini Agent Fresco, ið fyrr hava spælt í Føroyum.

Síggj øll nøvnini her

 

 

Way out west, Svøríki

9. august - 10. august

Vikuskiftispass: 1995 SEK / Dagspass: 975 SEK

 

Way out west verður hildin í Göteborg. Hesin festivalurin byrjaði fyri 12 árum síðani og megnar hvørt ár at samla fólk úr øllum Svøríki og úr stórum pørtum av heiminum.

Nøkur av høvuðsnøvnunum eru Noname, Mura Masa, Lykke Li og Sigrid.

Síggj øll nøvnini her

 

Nibe, Danmark

4. juli - 7. juli

Vikuskiftispass: 1675 DKK / Dagspass: 650 DKK

 

Nibe fetsivalurin er millum teir 6 stórstu tónleikafestivalarnar í Danmark. Hvørt ár eru umleið 27.000 fólk, ið vitja festivalin.

Á skránni er nógvur danskur tónleikur, men eisini eru fleiri útlensk nøvn.

Nøkur av nøvninum eru: The Script, Scarlet Pleasure, Fool og Lil Xan.

Síggj øll nøvnini her

 
 

 

 

Lost Frequencies á Voxbotn 2019 Belgiski dj’urin er júst kunngjørdur, sum fyrsta navnið á Voxbotn 2019
Fimm føroyskir makeup-instagrammarar tú burdi fylgt Tørvar tær íblástur til tað næsta look’ið, og skal tað vera meira “extra” enn eitt smokey eye?  Röddin hevur funnið 5 føroyskar instagrammarar,...
- Trúgvi ongantíð, at eg fari at steðga við at gera tónleik - Hetta lýsir bara tað at blíva vaksin og at liva í tí dystopiska veruleikanum. Soleiðis svaraði Teitur Lassen, tá eg spurdi hann um innihaldið á...
Yvirlit: Tiltøk í november Her er eitt yvirlit yvir tiltøk, tú kanska hevur áhuga í
Samanhald fram um alt Eg fekk eitt prátt við Brynjar Hlodersson, Lasse Thillitz Andreasen og Grétar Snær Gunnarsson, um teirra tíð í Føroyum.