Ein hjálpandi hond til Bv3

Ein hjálpandi hond til Bv3
Ein lítil hjálp frá einum Bv3 skrivara til annan.
06.12.2018 - 17:04

Tað er rotið, ja tað er so fokking rotið, men tú mást gera tað, og tú sleppur ikki undan. Bv3 er nú, og man hevur ikki peiling av hvussu og hvat. Hvussu nógv skal man skriva um dagin, hvat skal man skriva og nær? Kann man hava pausur, og hvat um steðgar upp?

 

Bara tak tað róligt, tí tú ert als ikki einsamallur ella einsamøll í hesum. Tað er so løgið, at tað knappliga er ein sjálvur, eftir at man í tvey ár hevur eygleitt hini og hugsa ”gott, hatta ikki er eg”. Anyway her koma nøkur ráð samt motivatiónsmetodur, sum kanska kunnu hjálpa tær og um ikki; so góða eydnu allíkavæl.

 

Ger eina skrá fyri dagin

 

Tað er altíð gott at gera eina tíðarætlan. Hóast man allarhelst ikki fer at fylgja henni heilt hundrað prosent, so er tað týdningarmikið at hava eitt nøkulunda yvirlit yvir, hvussu nógv, tú skalt skriva um dagin. Soleiðis fært tú meira yvirskot. Um tú til dømis hevur skrivað niður tað, sum tú ætlaði fyri tann dagin, so kanst tú eisini planleggja alt møguligt annað gott, sum ikki er at skriva. Soleiðis heldur tú eisini skil á, um tú ert framman fyri ella aftan fyri tíðarætlanina, so tú veitst, nær tú kanst steðga fyri dagin og leggja uppgávuna á hylluna eina løtu. Tað er torført at fylgja, men tað er deiligt, tá tingini so við og við vera gjørd. Tað gevur eisini yvirlit og yvirskot til onnur ting, og soleiðis druknar tú ikk í tínari egnu skriving.

 

Sov upp á tað

 

Tú kanst líka so gott vera fyrireikað/ur upp á at steðga upp við hvørt og ikki hava ein peiling av, hvat tú skal skriva. Tá er tað týdningarmikið, at tú ikki missir móti og gevur upp. Tað er perfekta løtan at halda ein steðg. Tak eina pausu, gang ein túr, far at venja, tendra ein film ella tak ein kaffimunn við vinfólki. Ella, sum ein læraði eina ferð segði - sov upp á tað. Um tú situr framman fyri einum skermi og starir út í tóman heim ov leingi, so ger tað teg allíkavæl svakan, og tað gagnar hvørki tær ella tínari uppgávu.

 

Byrja beinanveg

 

Tá uppgávuorðingin er komin, er tað viktigt at byrja beinanvegin. Ger tær eitt yvirlit og skriva tær tankar og hugskot niður. Annars kemur tú ógviliga skjótt til at bíða til morgin og so aftur bíða til morgin, og soleiðis heldur tað fram. Um tú byrjar beinanveg, so fært tú eisini meira yvirskot samstundis, sum tú verður meira motiverað. So minst til - ikki bíða til í morgin.

 

 

 

 

Gloym ikki hugnan

 

Bv3 noyðist ikki bara at vera keðiligt. Ger tað hugnaligt rundan um teg, meðan tú skrivar. Tú kanst møtast við vinum at skriva saman. Keyp tær okkurt lekkurt - bæði sunt og ósunt at hugna tær við. Tað er eisni gott, um umhvørvið, tú skrivar í, er ordiligt. Ikki ligg í einari heitari og órudduligari song og skriva. Set teg heldur við eitt borð og hav tað so ruddiliga, sum tú kanst, rundan um teg.

Tá tú ert undir stórum trýsti, er tað sera gott, um tú ert saman við fólki, ið fáa teg at føla teg væl. Eisini er tað gott at hava onkran tætt við, sum tú kanst grenja til, um tað er púra galið.

 

 

Bið um hjálp

 

Sum tínir vegleiðarar heilt sikkurt hava fortalt tær, so kanst tú altíð spyrja vegleiðararnar um ráð og hjálp. Besta ráðið er altso at taka ímóti hesari hjálp, tí tú anar ikki, hvussu nógv, tað hevur at siga. Fá eisini onkran at lesa uppgávuna, so tey kunnu koma við onkrum viðmerkingum um tað heila. Hanga tingini saman, er uppgávan til at skilja og so víðari. Eisini er tað ekstremt týdningarmikið, at tú fært onkran at rættlesa uppgávuna fyri teg. Og fyri alt í verðini droppa hatta við at "eg havi ikki brúk fyri hjálp", tí ØLL hava tørv á tí av og á. Einki er so gott fyri eina uppgávu sum eitt eyka par av eygum, sum kunnu síggja tað, sum tíni eygu ikki kunna. So droppa stoltleikan, tú veist ikki alt.

 

Sum heild skalt tú bara royna at vera so fyrireikað/ur upp á, at hetta fer ikki at vera nøkur serliga løtt tíð, og at hetta fer at vera hart. Men tað er bara so hart, sum tú sjálv/ur gert tað. Tú fert allar helst ikki at fylgja hesum ráðum hundrað prosent, men omanfyrinevndnu tingini gera tað altso lættari fyri teg. Alt í alt so er best at ikki seta ov høg krøv til tín sjálvan, tí so verður tú bara skuffað/ur. Alt fer ikki at ganga eftir ætlan, men tað skal nokk ganga hóast alt. Hav tol og ver góð/ur við teg sjálvan.

 

At enda er bara eftir at ynskja tær góða eydnu!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.