Konsert: The Absent Silver King í sjónleikarahúsinum

 

Leygarkvøldið 3. august hevði The Absent Silver King útgávukonsert í sjónleikarahúsinum. Ístaðin fyri stólar ella standipláss á gólvinum, sum vanligt er til konsertir, vóru hølini innrættað við sofum og pútum á gólvinum, ið áskoðararnir kundu sita á. The Absent Silver King, sum vann Sement 2013, hátíðarhelt leygarkvøldið ikki bara, at teirra fyrsta fløga og LP eru komnar út, men eisini fyrsta yrkinga- og stuttsøgusavnið hjá forsangaranum Trygva Danielsen.

 

Konsertin byrjaði við, at Trygvi trakkaði fram undan reyðu leiktjøldunum og las ymsar yrkingar úr savni sínum upp. Síðani fór hann undir at syngja, leiktjøldini vóru drigin frá, og bólkurin, ið afturat Trygva telur Matthias Kapnas, Boga á Lakjuni, Per I. Højgaard Petersen, Karl Andrias Stórá og Jón McGavin, byrjaði at spæla.

Í næstu viku verður møguligt at ogna sær fløgu, LPina og savnið hjá Trygva Danielsen í Tutl. 

 

Sonja Wang Hansen hevur tikið myndirnar. 

Skrivari: 
Eir Nolsøe
Publish: 
Mánadag, August 5, 2013 - 16:15
Cover Image: