Stílurin eftir Fjøllini dansa: Brynjolfur á Heygum

 

Hvørja viku avmynda bloggararnir á Fjøllini dansa ein persón, sum tey meta hevur serliga feitan stíl. Hesa vikuna er tað 27 ára gamli diskarin Brynjolfur á Heygum, sum býr í Keypmannahavn og umframt tónleikin fæst við at lesa multimedia design á KEA. 

 

 

Hvussu sær títt klædnaskáp út?

- Skápið hjá mær stendur í tí einu gongini. Ikki nógvir litir, mest svart, grátt og hvítt. Eg havi tó eitt sindur av litum. Tað er heilt pakkað vid klæðum og skóm. Eg koyri sjálvdan klæðir burtur, tí eg fái ofta hug at ganga í teimum aftur.

 

Hvar fært tú íblástur til tín klædnastíl ?

- Tað er nokkso ring at svara uppá. Eg fái ofta íblástur frá gomlum videoløgum. Mær dámar væl nostalgi, og tað sæst aftur í øllum eg geri, haldi eg. Bæði í mínum tónleiki, á mínum klæðum og í mínari íbúð.

 

Kanst tú stutt lýsa tín klædnastíl?

- Um mann skal skera hann út í papp, so er hann sterkt inspireraður av bædi 80unum og 90unum. Frá indie rokk pallinum og elektroniska rave pallinum í Onglandi. Ongland hevur altíð givið mær nógvan íblástur, tá tað kemur til stíl.

 

Hvat heldur tú ein "mainstream" klædnastílur er?

Tad er trupult at siga. Tað er blivið meira góðtikið at hava sín egna persónliga stíl. Eg vil ikki kalla tað, ein keypir í Gelluni og Jack & Jones fyri mainstream. Tað kalli eg “provins stílur”.

 

Heldur tú tín egni stílur er "mainstream"?

Eg haldi ikki, mín stílur er mainstream. Eg vil heldur ikki siga, at hann er mega spesiellur. Tey flestu í mínum vinaskara hava ein eitt sindur sermerktan stíl, so eg hugsi ongantíð um, at eg kanska gangi í eitt sindur øðrvísi klæðum. Eg blívi ofta bilsin, tá onkur viðmerkir, at mín stílur er løgin osv. Hehe... 

 

Les meira um Brynjolf og tjekka tónleikin hjá honum út her

 

Myndir og tekstur: Alda Mohr Eyðunardóttir og Una Nielsdóttir Galán

Publish: 
Mikudag, August 7, 2013 - 18:00
Cover Image: