Stílurin eftir Fjøllini dansa: Vivianna Hansen

Fjøllini dansa hava hesa vikuna verið úti við myndatólinum saman við Viviannu Hansen, sum er 18 ár, lesandi og býr í Havn. Tjekka myndirnar, og les, hvat Vivianna sigur um sín klædnastíl.

 

Myndir og tekstur: Una Nielsdóttir Galan/ Fjøllini dansa

info@roddin.fo

 

 

Vivianna eigur øll klæðini og hevur sjálv sett settini saman

 

Hvussu lýsir tú best tín klædnastíl?

Eg haldi, at mín stílur kanska er eitt bland millum sovorðið eitt sindur gamalsligt og hipster. Eg haldi kortini ikki rættiliga, at mann kann bólka hann sum so.

 

Hevur tað nógv at siga fyri teg, hvussu tú sært út?

Ja, sjálvandi hevur tað tað! Tá eg keypi klæðir ella planleggi, hvat eg skal í, skal tað sjálvandi vera okkurt, sum eg haldi, er pent og er behagiligt at vera í, sum øll onnur fólk eisini gera.

 

Hvar dámar tær best at keypa klæðir? Er tað nakað, tú gert nógv av?

Mær dámar væl at keypa klæðir á alnótini t.d. á Asos, Topshop, Sheinside, Forever21, Supreme, Acne og líknandi síðum. Eg keypi eisini í føroyskum handlum sum Gellan, Events og Only. Mær dámar eisini væl inn ímillum at fara í endurnýtsluhandlar. Har finnur mann ofta okkurt bíligt og lekkurt. Eg keypi ikki ofta klæðir - bara tá eg føli, at eg mangli okkurt, ella tá okkurt er, sum eg bara MÁ eiga.

 

Hvaðani fært tú íblástur?

Í løtuni haldi eg, at tey, sum eg fái mest íblástur frá, eru Cara Delevingne, Lana Del Rey, Audrey Hepburn, James Dean, Miley Cyrus, Rihanna, Kanye West og Beyoncé.

Publish: 
Mikudag, August 28, 2013 - 12:00
Cover Image: