ENTER FØROYAR: Føroyskir útisetar mótmæla

 

Nógva rokið, sum hevur verið um handfaringina av málinum um Skálafjarðartunnilin, úrslitaði leygardagin í mótmælistiltøkum - ikki bara á Vaglinum, har millum 1000 og 2000 fólk vóru møtt upp, men eisini í Keypmannahavn, Århus, Lund, München, Reykjavík, Rio de Janero og aðrastaðni. Føroyskir útisetar kring allan heim hava nevniliga fylgt við á politiska pallinum seinastu vikurnar, og hava tey umvegis Facebook samskipað mótmælistiltøk, sum vóru samstundis sum tiltakið á Vaglinum leygardagin.

 

Ikki yvirraskandi hevði tiltakið í Keypmannahavn flest luttakandi, og mett varð, at eini 200 fólk komu at mótmæla leygardagin í Kvarterhuset. Afturat røðum og framførslum frá eitt nú Eivør og Anniku Hoydal kundu luttakararnir eisini nýta høvið at senda postkort til løgmann og siga sína hugsan um støðuna. Fleiri enn 100 luttakarar skrivaðu persónlig kort til Kaj Leo Holm Johannesen við mótmælum, og hesi eru nú á veg til Føroya við postinum.

 

Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, sum er lesandi í Keypmannahavn, var ein av stigtakarunum til tiltakið, og hon frøðist um stóru undirtøkuna: 

 

-  Tá ein hugsar um, at har einans vóru tveir dagar at fáa tiltakið stáplað uppá beinini, so var úrslitið eminent. Stuðulstiltakið varð hildið í Kvarterhuset, ið hevði eina rættuliga høga tímaleigu, so tað var eitt sats, tá eg bookaði tað, at har vildu koma nóg nógv fólk, ið vildu leggja eina gullmynt í hattin. - Og tað gjørdu tað; so nógv at hølini gjørdust ov trong, og nógv stóðu uttanfyri. 

 

 

- Mótmælið har heima og uttanlanda er eitt prógv um, at føroyingar gjarna vilja møtast og kjakast um Føroya framtíð, og hvat tað er, vit skilja við fólkaræði og rættarsamfelag. Vónin er, at mótmælið ikki steðgar við mótmælinum á Vaglinum leygardagin. Nú er bólturin á bananum, so mugu leikarirnir koma á banan, ljóðar tað frá Ragnhild úr Keypmannahavn.

 

 

Tiltakið í Kvarterhuset varð streamað, og til ber at síggja upptøkuna her.

 

Myndirnar hava luttakarar til mótmælistiltøkini tikið og eru brúktar við loyvi frá fyriskiparunum. 

 

 

Skrivari: 
Eir Nolsøe
Publish: 
Sunnudag, September 1, 2013 - 21:45
Cover Image: