Stílurin eftir Fjøllini Dansa: Katrin Holm Poulsen

Hvørja viku avmynda bloggararnir frá Fjøllini Dansa onkran, sum tey halda hevur serliga feitan stíl. Hesa vikuna er tað 18 ára gamla Katrin Holm Poulsen, sum er avmyndað.

 

Hvussu lýsir tú best tín klædnastíl?

Eg havi ringt við at seta orð á mín egna stíl. Men eg vildi mett, at eg kann siga, at eg fylgi soleiðis rímiliga okay væl við í, hvat er nýmótans, og hvat av tí so kann brúkast við tí heilt gamla, ið er komið aftur.

 

Hevur tað nógv at siga fyri teg, hvussu tú sært út?

Eg má viðganga, at tað hevur rættiliga nógv at týða fyri meg, hvussu eg síggi útt. Eg vil gjarna rigga væl og hava tað gott í tí, eg eri í - men tað er ikki soleiðis, at eg brúki tímar uppá at finna klæðir fram tá ið eg skal í býin ella líknandi.

 

Hvat er altið kærkomið í títt klædnaskáp?

Eg havi altíð havt ein stóran veikleika fyri stórum lekrum bundnum troyggjum - tað er eitt tað lættasta bara at hoppa í saman við einum gamasjum og sneakers!

 

Hvørjum kendum persóni, hevði tú viljað nakkað klædnaskápið frá?

Heilt klárt Iggy Azaela! Hon hvílir so nógv í sær sjálvari og hennara stílur er bara yvir feitur. Hon hevur stýr uppá tingini, og stílurin er ordiliga gjøgnumførdur.

Publish: 
Mikudag, September 11, 2013 - 08:15
Cover Image: