Listafólkið: Charlotta L. Rasmussen

 

Listafólkið á skránni hesaferð er 25 ára gamla Charlotta L. Rasmussen, sum er ættað úr Funningsfirði. Í næstum byrjar hon á Anglia Rusking University í Cambridge, har hon fer at lesa Illustration & Animation.

 

- Eg arbeiði við nógvum ymiskum; eg máli, tekni, geri standmyndir og bindi. Men best dámar mær at arbeiða við mínum copic markers. Tað er eitt slag av sprittbaseraðum tussjum í nógvum litum. Eitt annað, sum mær dámar øgiliga væl er at gera málningar og brúka 3D elementir eisini, t.d. gjørdi eg eitt projekt, har eg brúkti teldu- og ur-lutir, sum eg límaði uppá lørift og kundi skapa ein øðrvísi málning av tí.

 

 

- Mær dámar væl at arbeiða við motivum, sum hava okkurt slag av søgu ella hugskoti aftanfyri. Eg er eisini eitt sindur av einum perfektionisti, tá tað kemur til mína list, og smálutirnir og detaljur hava mest sum alt at siga fyri meg. Í løtuni fáist eg við at royna at fáa mínar málningar at síggja út sum, tá ið eg tekni við mínum markers. Tað er ein avbjóðing at fáa tað reina og grafiska "look'ið" frá markers fram í akryl, sigur Charlotta L. Ramussen og leggur afturat, at hon elskar at tekna zombies. 

 

Eisini ber til at síggja online portfolio hjá Charlottu við at trýsta á her.

Publish: 
Fríggjadag, September 13, 2013 - 17:00
Cover Image: