Stílurin eftir Fjøllini Dansa: Sjúrður Djurhuus Trondheim

Hvørja viku avmynda bloggararnir frá Fjøllini Dansa onkran, sum tey halda hevur serliga feitan stíl. Hesa vikuna er tað 16 ára gamli Sjúrður Djurhuus Trondheim, ið er avmyndaður.

 

 

Lagt til rættis: Anný Djurhuus

info@roddin.fo

 

Lýs tín stíl!
- Hvussu skal eg lýsa mín stíl? Um eg síggi nakað, ið eg haldi vera kul, so keypi eg tað og brúki tað. Um mær dámar tað, so fari eg í tað.  

 

Hvar finnur tú íblástur?
- Frá gomlum filmum, áðrenn ár 2000 ella so, tú veitst. Grease stílurin er mítt ting, vildi eg sagt. Eisini finni eg íblástur frá gomlum myndum inni hjá ommu og abba.
 
Gerandis-uniformur?
- Eg eri næstan ongantíð í tað sama. Tað blívur for keðiligt. Tað skiftir alt eftir hvørjum lagi, eg eri í. Onkuntíð lazy, men ikki joggingbuksur - eg hati joggingbuksur. Og til tíðir skjúrtu og strammar buksur. 
 
Hvar keypur tú tíni klæðir?
- Blákross, Blákross, Blákross og eyndurnýtsluhaldar sum heild. Har er altíð okkurt at finna, og onki er líka. Tað mær dámar so væl við eyndurnýtslu er, at tú aldrin veitst, hvat tú fart. 
Eisini eru klæðini so bílig, at eg ikki leggi í, um tað ikki riggar, tá ið eg seymi tey inn. Eg kann gera tað, eg havi hug til. Einar ljótar arbeiðsbuksur kunnu lættliga gerast til einar fancy disco pants. 
 
Hevur tað nógv at siga, hvussu tu sært út?
- Ja, tað hevur tað. Mær dámar væl, at fólk rundan um meg leggja til merkis, hvat eg velji at lata meg í. 
Publish: 
Mikudag, October 2, 2013 - 21:00
Cover Image: