Stílurin eftir Fjøllini Dansa: Eva Maria Brynhildardóttir

Aðrju hvørja viku avmynda bloggararnir frá Fjøllini Dansa onkran, sum tey halda hevur serliga feitan stíl. Hesa vikuna er tað Eva Maria Brynhildardóttir, ið er avmyndað.

 

Lagt til rættis: Una Nielsdóttir Galán
info@roddin.fo

 

Hvussu lýsir tú sjálv tín klædnastíl? 

- Tað er blandað. Men eg vildi nokk sagt, at eg fylgi tí, ið er modernað nú. Um tað so er modernað, veit eg ikki, men í mínum eygum er tað stór turrikløð, leður jakkar, mesh kjólar, ketu-hálsketur og svart og gull. Tað er rættiliga týdningarmikið fyri meg at vera feminin, men allíkavæl hava tað ráa.

 

Hevur tú eitt stíl-ikon?  

- Nei, faktist ikki. Eg róti bara runt á mótabloggum og fái íblástur har frá.

 

Hvat er títt yndisplagg? 

- Mín frinsutti leðurjakki, Jeffrey Campbell skógvanir og allir mínir mesh kjólar. Men um eg hevði skulað valt eitt av teimum, so hevði tað ivaleyst verið leðurjakkin! 

 

Hvat hevði tú ongantíð funnið uppá at farið í? 

- Neongrønt, hvítan bobblujakka, sneakers við kílahæli og Louis Vuitton tasku.

Publish: 
Mikudag, October 16, 2013 - 08:15
Cover Image: