Eitt likam - 26 tattoveringar

Lagt til rættis: Una Nielsdóttir Galán

info@roddin.fo

 

- Tá eg var 18 ár, fekk eg fyrstu tattovering mína, tí tá var ikki neyðugt við foreldraundirskrift longur. Tað var orðið Faith, sum er á nakkanum. Nú havi eg 26 tattoveringar. Eingin teirra er flætta uppí nakra aðra (enn), so tí veit eg neyva talið. 

 

Á síðuni hevur Eva Black byrjanina á einum skipið. Nú eru tað næstan tvey ár, síðani hon byrjaði at fáa tað tattoverað, og tað er als ikki liðugt enn. Afturat skal ein máni, skýggj og so skal alt hava skuggar. Sum nú er, er tað bara strikað upp. 

 

- Mær hevur altíð dámað væl sjórænarar og frælsi teirra. Eg havi ofta kunnað arbeitt víðari uppá ta tattoveringina, men eg havi altíð valt at fáa eina nýggja ístaðin, tí eg simpulthen ikki havi tímað at gjørt hana liðna. Eg veit ikki hví, tað hevur bara ikki føltst sum rætta løtan. Men tað skal nokk koma!

 

- Eg hugsi altíð øgiliga nógv um motiv og staðseting, áðrenn eg geri av at fáa mær eina. Tær eru allar svart/hvítar, tí tað haldi eg klæðir mær best. Undantikið liljan á rygginum, sum eg helt rigga best í litum.

 

Eva hevur tríggjar svartar rósur, sum standa fyri mammu, pápa og systir hennara. Rósan stendur fyri kærleika og á hvørjari stendur navn teirra skrivað.

 

- Eg vil nú ikki siga, at ein long søga liggur handan hvørja tattovering, men tær hava allar hvør sín týdning fyri meg, sum ger tær persónligar. Eg havi tó eisini nakrar sera spontanar, sum til dømis akkerið á hondliðinum. Tað hevur ein av bestu vinkonum mínum gjørt, og hon er ikki tattovør!

 

Skrivari: 
Una Nielsdóttir Galan
Publish: 
Fríggjadag, October 18, 2013 - 13:15
Cover Image: