Stílurin eftir Fjøllini Dansa: Dan Helgi í Gong

 

Aðrju hvørja viku avmynda bloggararnir frá Fjøllini Dansa onkran, sum tey halda hevur serliga feitan stíl. Hesa vikuna er tað Dan Helgi í Gong, ið er avmyndaður.

Lagt til rættis: Alda Eyðunsdóttir Mohr og Anný Djurhuus
info@roddin.fo

 

Hevur tað nógv at siga, hvussu tú sært út?

- Ja, tað hevur heilt víst nógv at siga fyri meg.

 

Hvar keypir tú tíni klæðir?

- Eg keyði uttanlands, av tí at úrvali í Føroyum ikki fellir til mín, men eisini tí at eg ikki havi hug at ganga í klæðum, sum onnur flest. Rættiliga nógv hjá mær er keypt frá svenska merkinum COS (har eg havi arbeitt í London). Merkið hoyrir undir H&M Group. Uniqlo er eitt Japanskt merki, ið kann samaberast við H&M prísi, har finni eg ofta einføld klæðir úr góðari dygd, so sum Polo skjúrtur, o.s.fr. Eisini keypi eg onkuntíð dýrari merkir, av tí at dygd og øðrvísi hevur næstan alt at siga fyri meg. Hesi bæði finni eg persónliga hjá teimum dýraru merkjunum, eg leiti til.

 

Hvørjum kendum oersóni, hevði tú viljað fingið klædnaskápið frá?

- Hatta er eitt sindur ringt at svara uppá. Eingin fellur í mínar tankar, men um tann kendi persónurin eigur eina rúgvu av Yohji Yamamoto, so eri eg við uppá tað. So tað er sikkurt frá Yohji, eg vil hava klædnaskápið frá.

 

Hvat hevði tú ongantíð funnið uppá at farið í?

- Hevði ikki funnið uppá at farið í nakað annað enn svartar sokkar um føturnar, møguliga gráar/bláar. Ei heldur hevði eg funnið uppá at farið í Ugg ella líknandi skógvar. Tað er eitt tað ljótasta, ein persónur kann lata seg í. Eitt rættiligt skort, til tær kvinnur, ið hava slíkar.

 

Les meira um Helga og hoyr tónleik hansara her.

Publish: 
Mikudag, October 30, 2013 - 20:45
Cover Image: