Stílurin eftir Fjøllini Dansa: Vár Samuelsen

Aðru hvørja viku avmynda bloggararnir frá Fjøllini Dansa onkran, sum tey halda hevur serliga feitan stíl. Hesa vikuna er tað Vár Samuelsen, ið er avmyndað.
Lagt til rættis: Alda Mohr
 Eyðurnardóttir 
info@roddin.fo
 
Hevur tað nógv at siga, hvussu tú sært út?
Ja, tað hevur eitt sindur at siga fyri meg. Vanligar skúlamorgnar geri eg ikki nakað serligt burturúr. Men tá eg skal okkurt serligt, dámar mær væl at gera eitt sindur burturúr.

 

Hvar keypur tú tíni klæðir?
Tað er øgiliga ymiskt, hvar eg keypi míni klæðir. Tey allar flestu klæðini hjá mær eru keypt í Onglandi ella Danmark. Eg havi ikki nakað serligt yndismerki, men mær dámar væl Nordic Poetry og Monki. Tá ið eg keypi í Føroyum er tað nokk mest í Bláakrossi og slíkum.

 

Hvat er títt yndisplagg?
Tað er kanska eitt sindur keðiligt, men mítt yndis plagg má nokk vera mín svarti frakki frá Monki. Hann kann brúkast til alt, sum er í mínum klæðnaskápi.

 

Hvat hevði tú ongantíð funnið uppá at farið í?
Tað eru einki, ið eg ordiliga hati. men eg hevði nokk ikki farið í einar joggingbuksur ella okkurt neon út um hurðina. Eisini dámar mær ikki at ganga í cowboybuksum, eg veit ikki hví, tað er, men eg fái ikki nakað at passa saman við cowboybuksum.

Publish: 
Mikudag, November 13, 2013 - 18:30
Cover Image: