o

Um Okkum

Röddin er skapt, verður rikin av, og er hjartabarnið hjá einum stórum netverki av ungum eldsálum. Felags fyri hesi er hugsjónin um, at eitt digitalt forum er alneyðugt fyri føroyskan ungdóm.

Röddin varð stovnað í novembur í 2010 av Ólavi í Búrstovu, Trygva Danielsen, Sunnevu Háberg Eysturstein, Eir Nolsøe og Bárði Næs.

Eftir tvey gevandi og stuttlig ár og við meira enn 1500 greinum, myndarøðum og sjónbondum á baki, valdu tey í mai í 2012 at taka ein steðg frá Röddini í óvissa tíð.

Í 2013 skrivaðu tey sáttmála við Kringvarp Føroya, og gjørdist Röddin tá ungdómspallur Kringvarpsins.

Mál okkara eru:

  • at veita dygdargott tilfar um tónleik, list, ítrótt, politikk, samfelag, móta og átrúnað
  • at skapa eitt interaktivt forum, har mann sleppur at siga sína hugsan, verða upplýstur og upplivdur
  • at samansjóða ungdómin og í høvuðsheitum fáa margfeldni, íblástur og vitan inn í gerandisdag teirra ungu

Hevur tú skrivað ella tikið myndir til eina søgu, hug at royna teg sum fast tíðindafólk, ummælara ella annað, ella bara hevur eitt gott hugskot til eina søgu, so set teg í samband við okkum á Röddini: roddin@roddin.fo.

Við í redaktiónini á Röddini eru:

Útvarpssendingina RøddinLive gera:

Hevur tú hugskot til útvarpssendingina, so set teg í samband við fólkini handan RøddinLive.

Øll eru vælkomin, ung sum gomul, roynd sum óroynd.