Jens Marni við nýggjum videolagi

Jens Marni við nýggjum videolagi

Jens Marni við nýggjum videolagi
Jens Marni hevur akkurát givið út nýtt videolag. Tað er við lagnum "You're the Greatest", sum hann her syngur saman við Annu Mariu Olsen.
12.06.2014 - 01:45

Jens Marni Hansen er aktuellur við nýggjum videolagi, og tað er til sangin "You're the Greatest" av fløguni "Anywhere You Wanna Go" frá í fjør. Syngjandi við sær hevur hann Annu Mariu Olsen.

 

BenHan Studios hevur framleitt videolagið. Tað er 17 ára gamli Benjamin Hansen, ið er maðurin handan BenHan Studios, og hann hevur eisini framleitt fyrra videolagið hjá Jens Marna.

 

- Hetta videolagið er eitt typiskt og simpult videolag, men eftir sum at sangurin var so stuttur og handlingin helst var um kærleika og gleði, so var júst hetta hugskotið hóskandi til videolagið, sigur Benjamin.

 

Benjamin og Jens Marni hava sum sagt arbeitt saman áður. Fyrr í ár kom videolagið til "When it's Over" út, og tað hevði BenHam Studios eisini framleitt.

 

- Tað hevur verið virkiliga skeg at arbeitt saman við Jens Marna og Annu Mariu, men eg hevði ikki kunnað klárað meg einsamallan! sigur Benjamin og heldur fram, Sigmar M. Mørkøre hjálpti mær við ljósi, Behind the Scenes myndum og kom við idéum so hvørt, sigur Benjamin errin av at hava ein so trúfastan arbeiðsfelag.

 

 

 
 
Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.

Les eisini

Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018

Sigarettirnar eru skiftar út við snús

Jólakalendarin: tiltøk í desember