Video: Síggj trailaran til "Fifty Shades of Grey"

Video: Síggj trailaran til "Fifty Shades of Grey"

Video: Síggj trailaran til "Fifty Shades of Grey"
Fáið eina smakkroynd til filmatiseringina av kynsøsandi skaldsøguni "Fifty Shades of Grey". GG: Ikki fyri børn!
25.07.2014 - 15:30

Metsølubókin Fifty Shades of Grey hevur tikið lesarar kring heimin við stormi, síðan bókin kom út í 2011. Filmatiseringin av erotisku skaldsøguni hevur verið í gongd í eina tíð nú, og nú er fyrsti trailarin til komandi filmin tøkur.

 

Írin Jamie Dornan og amerikukvinnan Dakota Johnson eru tey bæði, ið traðka í høvuðsrollurnar sum ávíkavíst Christian Grey og Anastasia Steele.

 

"Fifty Shades" tríverkið er týtt til 51 mál og hevur selt fleiri enn 100 milliónir eintøk. Við hesum er E.L. James rithøvundurin handan ein av bæði skjótast- og bestseljandi bókarøðum nakrantíð. 

 

Filmurin verður frumsýddur í februar 2015 - og sjálvandi verður tað á Valentine's day, sum er 14. februar.

 
 
Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.

Les eisini

Síggj SKAM frá byrjan til endan

RöddinLive er jarðað, men okkurt nýtt uppstendur

Kringvarp Føroya keypir SKAM