Ellen Degeneres ger tað aftur

Ellen Degeneres ger tað aftur

Ellen Degeneres ger tað aftur
Anaconda hjá Nicki Minaj er tað mest sædda í ár, og nú er Ellen Degeneres eisini við í tí. Hygg eftir sjónbandinum her
13.09.2014 - 13:45

Ellen Degeneres hevur áður ”sníkt” seg inn í ymiskar filmar og sjónbond sum t.d Harry Potter, Real Housewives of Beverly Hills  og eitt sjónbandalag hjá Justin Bieber. Nú er hon í Anaconda hjá Niki Minaj.

 

Eftir bert trimum vikum hevur Anaconda sjónbandalagið hjá Nicki Minaj fingið 156 milliónir klikk á Youtube, og er tað heitasta í løtuni.

 

Ellen Degeneres hevur sína egnu undirhaldssending, og er blivin kosin sum ”Heimsins stuttligasti persónur” ferð eftir ferð.

 

Í vikuni byrjaði 12. sesongin av The Ellen Degeneres Show, og í tí sambandi hevur hon gjørt eitt sjónband, har hon dansar í Anaconda Sjónbandalagnum hjá Nicki Minaj. Tað hevur fingið 8,2 milliónir klikk á youtube eftir bert tríggjar dagar.

 
 
Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.