Video: Heimsstjørnur syngja fyri Afrika

Video: Heimsstjørnur syngja fyri Afrika

Video: Heimsstjørnur syngja fyri Afrika
Hoyr og síggj One Direction, Ellie Golding og aðrar stjørnur í nýggjari útgávu av sanginum "Do they know it's Christmas?".
17.11.2014 - 08:45

Heimskendir bretskir tónleikarar eru savnaðir í nýggjari tulking av stuðulssanginum "Do they know it's Christmas?".

 

Endamálið er at savna pengar inn til stríðið ímóti Ebola í Afrika. Samstundis eru tað í næstu viku 30 ár síðan fyrsta innspælingin av sanginum varð gjørd.

 

Í 1984 skrivaðu Bob Geldof og Midge Ure sangin við endamálinum at savna pengar inn til at basa hungursneyð í Etiopia. Stjørnur sum David Bowie og George Michael vóru millum kendu røddirnar í teirru útgávuni, sum innsavnaði 120 milliónir krónur.

 

Sangurin bleiv endurinnspældur í 1989 og 2004, har báðar útgávurnar endaðu nummar 1 á fleiri hittlistum kring heimin. Nú er hann so enn einaferð innspældur, og tónleikararnir fara nú við navninum "Band Aid 30". 

 

Av nøvnunum kunnu m.a. nevnast Bono, Emilie Sande, Ellie Golding og Sam Smith.

 

Nýggi sangurin varð spældur fyrstu ferð í gjárkvøldi undir bretsku útgávuni av sjónvarpsrøðini X-Factor.

 
 
Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.

Les eisini

Playlistin: GIRL POWER

Playlistin: Róar Mørkøre Hansen

Gorillaz venda sterkt aftur