Handilsskúlanæmingar við stuttfilmi um sólarmyrkingina

Handilsskúlanæmingar við stuttfilmi um sólarmyrkingina

Handilsskúlanæmingar við stuttfilmi um sólarmyrkingina
Síggj stutta dokumentarin um sólarmyrkingina, sum nakrir handilsskúlanæmingar hava gjørt
24.04.2015 - 20:30

Stuttfilmurin er gjørdur av nøkrum handilsskúlanæmingum í lærugreinini "miðlakunnleiki", har næmingarnir fingu til uppgávu at gera ein dokumentar á 5 - 10 minuttir.

 

Oddamaðurin í bókinum, Rógvi Langgaard, hevði sjálvur leingi havt ætlanir um at filma sólarmyrkingina. Eftirsum at uppgávan lá, beint tá sólarmyrkingin var, var tað upplagt at gera ein film um hetta.

 

- Tá vit fóru í gongd, var eg ikki í iva um, at hesin filmurin skuldi vera meira enn ein skúlauppgáva. Hinir báðir, eg var í bólki saman við, Bárður Johannesen og Aron Mohr Jacobsen, hava ongantíð arbeitt ordiliga við filmi, so eg stóð fyri tí mesta av framleiðsluni sjálvur. Tó vóru teir ein ótrúliga góð hjálp í framleiðsluni millum annað við ljóði og tí journalistiska. Einsamallur hevði eg so ikki farið undir eina so stóra uppgávu, sigur Rógvi.

 

Næmingarnir handan filmin hava gjørt nógv burtur úr uppgávuni. Í filminum síggja vit fleiri ymsar samrøður við fólk, og eisini eru tyrluupptøkur við til at seta prikkin yvir i'ið.

 

- Vit settu okkum í samband við Visit Faroe Islands, Kringvarpið, lærarar og annars fólk, sum høvdu upplivað sólarmyrkingina. Eitt, sum gjørdi framleiðsluna ótrúliga nógv betri, var tyrluupptøkurnar hjá Visit Faroe Islands, sum Rógvi Rasmussen hevur filmað. Uttan tað hevði filmurin ikki verið tann sami, sigur Rógvi Langgaard.

 
 
Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.

Les eisini

Síggj SKAM frá byrjan til endan

RöddinLive er jarðað, men okkurt nýtt uppstendur

Kringvarp Føroya keypir SKAM