Kristina Bærendsen við nýggjum sjónbandalagi

Kristina Bærendsen við nýggjum sjónbandalagi

Kristina Bærendsen við nýggjum sjónbandalagi
Navnframa country sangarinnan, Kristina Bærendsen, hevur givið nýtt sjónbandalag út
09.05.2015 - 21:45

Kristina Bærendsen gav herfyri út fløguna Nothing’s Here to Stay. Fyrsta staklagið av fløguni er Johnson City, ið nú er gjørt til sjónbandalag. 

 

Sjónbandalagið er tikið upp í Nashville, tá Kristina var har yviri og tók sangin upp til nýggju fløguna í fjør summar. Tað er Friisframe, ið hevur framleitt og upptikið.

 

Kristina er virkin bæði heima og úti. Í Føroyum spælir hon heilt nógv, men konsertferðirnar ganga eisini javnan út um klettarnar. Tískil hevur Kristina fingið nýggja heimasíðu, kristina.fo, ið er tøk á bæði føroyskum, donskum og enskum. Á heimasíðuni ber til at síggja nýggja sjónbandalagið hjá Kristinu og eisini aðrar framførslur hjá henni. Eisini ber til at hoyra tónleik umvegis Spotify. 

 
 
Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.