Swangah: Áðrenn vit flagga

Swangah: Áðrenn vit flagga

Swangah: Áðrenn vit flagga
Swangah hevur júst givið út nýtt staklag og sjónbandalag
12.06.2015 - 17:00

Swangah gav fyri fáum tímum síðani út eitt nýtt staklag við heitinum "Áðrenn vit flagga". Eisini er hetta fyrsta sjónbandalagið hjá Swangah. 

 

Tónleikurin er framleiddur av kenda hipp hopp bólkinum Snowgoons, sum vitjaðu G! festivalin í fjør. Snowgoons hava fyrr framleitt tónleik fyri Swangah, men eisini tónleik hjá kendum hipp hopp bólkum sum Jedi Mind Tricks, R.A. The Rugged Man og La Coka Nostra. 

 

"Áðrenn vit flagga" er fyrsta lagið á komandi útgávuni hjá Swangah, sum kallast "Lán mær eitt oyra".

 

Sjónbandalagið hevur Eyðun Müller, eisini kendur sum Nudye, framleitt. 

 
 
Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.

Les eisini

Playlistin: GIRL POWER

Playlistin: Róar Mørkøre Hansen

Gorillaz venda sterkt aftur