Danny & The Veetos - Sunnukvøld í Mai

Danny & The Veetos - Sunnukvøld í Mai

Danny & The Veetos - Sunnukvøld í Mai
Bólkurin Danny & The Veetos hevur júst givið út nýtt staklag á føroyskum. Hoyr lagið og síggj sjónbandalagið her!
24.06.2015 - 15:30

Bólkurin, Danny & The Veetos,  byrjaði at spæla fyri hálvum triðja ári síðani og hava síðani havt ymsar framførslur runt í landinum.

 

Danny & The Veetos er mannaður av Danny Baldurssyni á guitar og vokal, Pálli Brim Joensen á ukulele og vokal, Jóhan Nolsøe á guitar, Robert Waagstein á trummum og vokal, Símuni Dam á synth, Leivi Vitalis á bass og synth bass og Rúna Hentze á trompet.

 

Tónleikurin hjá teimum er ein samanseting av góðum, gomlum fólkatónleiki og nýmótans elektroniskum poppi. Nýggja lagið, 'Sunnukvøld í Mai', er merkt av sorg, men er samstundis lívligt og fangandi. 

 

Bólkurin eigur sjálvur upptøkurnar, sum Kristoffer Mørkøre hevur miksað og masterað, og sjónbandalag hevur Raclip filmað. 

 

Bólkurin kemur at spæla Við Múrin 3. juli kl. 23.30, har teir fara at framføra nýggj og eldri løg.

 

 
 
Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.

Les eisini

Playlistin: GIRL POWER

Playlistin: Róar Mørkøre Hansen

Gorillaz venda sterkt aftur