Lady Gaga varpar út sjónbandalag, ið vísir neyðtøku

Lady Gaga varpar út sjónbandalag, ið vísir neyðtøku

Lady Gaga varpar út sjónbandalag, ið vísir neyðtøku
Poppdrotningin vísir ferð eftir ferð nýggjar síður av sær sjálvari. Hesa ferð sýnir hon stuðul til neyðtøkuoffrini við einum nýggjum og ærligum sjónbandalagi
18.09.2015 - 12:15

Lady Gaga hevur givið út ein nýggjan sang og sjónbandalag, sum skal varpa ljós á og stuðla neyðtøkuoffrum. 

 

Sangurin eitur ,,Til It Happens To You" og er gjørdur til filmin "The Hunting Ground". "

 

Sjónbandalagið vísir tríggjar ógvusligar neyðtøkur, ið eru gjørdar í einum beinleiðis og ráum tóna, og er avgjørt ikki fyri sartar sálir. Tað er heldur ikki meiningin. Hetta skrivar Mx.dk á heimasíðu teirra. 

 

Lady Gaga kennir sjálv til neyðtøku. Hon var 19 ára gomul, tá hon varð neyðtikin frá einum innan tónleikagreinina. Tað greiddi hon frá í einari samrøðu í The Howard Stern Show í fjør.

 

Tað var ein 20 ára eldri plátu-framleiðari, sum tá neyðtøk Lady Gaga. Tá segði hon soleiðis:

 

- Slíkt hendir hvønn dag. Tað er ræðuligt og tragiskt. Tað ávirkaði meg ikki so nógv beint efitr, at tað var hent, men fýra-fimm ár seinni ávirkaði tað hana nógv, segði Lady Gaga.

 
 
Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.

Les eisini

Playlistin: GIRL POWER

Playlistin: Róar Mørkøre Hansen

Gorillaz venda sterkt aftur