Fróði við nýggjum lagi

Fróði við nýggjum lagi

Fróði við nýggjum lagi
Waltz Me Back In Time er heitið á nýggja staklagnum hjá Fróða
11.10.2015 - 23:00

Fróði hevur júst givið út nýtt stak- og sjónbandalag við heitinum Waltz Me Back In Time. Vit hava seinastu tíðina ikki hoyrt nógv til Fróða, men hann vendur nú sterkt aftur. Vit kenna Fróða bæði sum einstakling, men eisini úr bólkinum Fróði & The Pink Slips. 

 

Fróði var í septembur í studio Bunkarin, har hann upptók tvey løg. Tað eina lagið var Waltz Me Back In Time, og tað seinna kemur út í desembur. Fróði kemur næstu tíðina at innspæla stakløg loypandi og fer skjótt aftur at standa live á pallinum. 

 

Orð og lag hevur Fróði sjálvur skrivað, og Óli Poulsen hevur ljóðblandað og mastrað lagið. Menninir, sum spæla við á lagnum, eru Kristian Pauli Ellefsen, Pauli Reinert Poulsen, Per I. Højgaard Petersen og Mikael Blak. 

 

Sjónbandalagið hevur Bárður Dal Christiansen gjørt.

 

Fylgið við á facebooksíðuni síðuni hjá Fróða, um tit vilja hoyra meira frá Fróða.

 

 
 
Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.