Lucy Rose fer at framføra til G! 2016

Lucy Rose fer at framføra til G! 2016

Lucy Rose fer at framføra til G! 2016
Næsta útlendska navnið á skránni hjá G! 2016 er nú kunngjørt. Les meira um Lucy Rose her
27.11.2015 - 12:00

Lucy Rose er ein bretsk songkvinna, sum hóast ungan aldur longu hevur givið tvær væl eydnaðar fløgur út og hevur megnað at fingið ein trúðfastan fjepparaskarða bæði í Bretlandi og kring heimin. M.a. nevndi Vogue hana ein av bestu nýggju indie tónleikarunum í 2012.

 

Lucy byrjaði at spæla tónleik sum 18 ára gomul og skrivaði sáttmála við Columbia Records longu sum 21 ára gomul. Fyrstu fløguna, Like I Used, tók hon upp heima við hús og gav út í 2012, áðrenn hon fór víðari á konsertferðir við bólkunum Bombay Bycycle Club og Noah and the Whale.

 

Næsta fløgan Work It Out bleiv útgivin í 2013, og er tað Rich Cooper, ið m.a. hevur framleitt fløgurnar hjá Mumford and Sons, sum hevur verið við til at gjørt fløguna.

 


Omanfyri sært tú videolagið til sangin 'Our Eyes' av seinnu fløguni.

 

 

 
 
Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.