Video: Veganskur chiabudingur

Video: Veganskur chiabudingur

Video: Veganskur chiabudingur
Mungar tú eftir onkrum søtum, men sunnum?
03.12.2015 - 09:00

Jú, so er hesin leskiligi chiabudingurin júst nakað fyri teg! Hann er eyka lættur at gera, og tú skalt ikki eiga tað stóra inni - bert chiafrøini, ið tú kanska mást skaffa tær.


Chiafrø eru sera sunn, tey eru protein- og trevjurík, glutenfrí og full í nógvum góðum vitaminum.


Royn hann næstuferð tú mungar eftir onkrum góðum.

 

Tú skal brúka:

2 spsk. chiafrø

2 dl. Mandlumjólk

1/2 tsk. vanilju ekstrakt

1/2 ella 1 banan

Jarðber

Bláber

Hakkaðar nøtur

 

Framferdarháttur:

Rør saman chiafrø, mandlumjólk og vanilju ekstrakt í einum glasi. Set í køliskápið í minsta lagi 1 tíma og rør í av og á (ber eisini til at standa náttina yvir). Blenda banan, jarðber og vatn og koyr omaná budingin.

Pynta við bláberðum og hakkaðum nøtum. Smakkar eisini sera væl við agave siroppi.

 

Uppskriftin er av blogginum hjá Guðrun Gudmundsdóttir Mortensen, les meira her.

 

 

 
 
Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.

Les eisini

Sissal bloggar: #2. partur

Sissal bloggar: #1. partur

SKAM: Vilde átti eisini at fingið høvuðsleiklutin