Video: Ráir dadlubollar (veganskir)

Video: Ráir dadlubollar (veganskir)

Video: Ráir dadlubollar (veganskir)
Nú stundar til jóla - veðrið er vorðið kaldari, jólaprýði í hópatali, karamellur og eitt endaleyst gávures. Tó er ikki neyðugt at fylla kroppin við ósunnum góðgæti, tí her sært tú, hvussu tú kanst gera sunnar, vælsmakkandi dadlubollar
10.12.2015 - 19:45

Tú skalt brúka


10-12 dadlur


Uml. 80-90 g av havragrýni


1 spsk. av kakaopulvuri




Framferðarháttur

Blenda alt tilfarið saman í einari hvirlu. Forma til lítlar bollar og rulla í kokos (Nýt vatn um tað ikki kleprar).

Set í køliskápið í nakrar tímar ella et beinanvegin - tað er upp til tín!

 


Tað ber til at nýta nógv annað í uppskriftini - nøtir, turkaða frukt, chiafrø, smeltaða sjokolátu osfr. 

 

Uppskriftin er tikin av blogginum hjá Guðrun Gudmundsdóttir Mortensen. Vitja hann her.

 

 
 
Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.

Les eisini

Sissal bloggar: #2. partur

Sissal bloggar: #1. partur

SKAM: Vilde átti eisini at fingið høvuðsleiklutin