Nýggj fløga - Heiðrikur á jarðarferð

Nýggj fløga - Heiðrikur á jarðarferð

Nýggj fløga - Heiðrikur á jarðarferð
Í nýggju fløgu síni leggur Heiðrikur lok á stríð sum eyðkendi barna og ungdómsdagar hansara

 

1. septembur verður fløgan “Funeral” eftir Heiðriki Á Heygum til taks. Vit tosa við Heiðrik um hana og fyrsta staklagið "Change of Frame", sum er útgivið við sjónbandið. Tað sæst niðast í greinini. 

 

Listamaður uttan mørk

- Filmsleikstjóri, sangari, tónleikari, málari… Hvat kann eg kalla teg í greinini? 

 

- Eg haldi ikki, man eigur at pakka ymiskar greinar av list soleiðis niður í ymiskar eskjur. Listin er uttan mørk, verið tað seg tónleikur ella málarí. Eg úttrykki meg á ymiskar hættir til ymisk høvi. 

 

Mynd: © Julie Rowland

 

Sangir um fyrrverandi tilverustríð sum samkyndur 

- Nógv er hent, síðani eg var barn. Samkynd vóru ikki als ikki viðurkend sum nú, men heldur var homofobi dagligur kostur. Eg og onnur samkynd vuksu upp við skuldarkenslu, tí vit vildu sjálvandi ikki samanberast við nakað negativt. 

 

 

Leggur lok á fortíðina

- Keðiligu minnini frá yngri árunum kann eg ikki lættliga skúgva til viks, men í fløguni viðgeri eg tað, ið er hent. Hon eitur “Funeral”, tí at eg ikki peiki fingur eftir nøkrum, ei heldur dømi eg nakran. Friðarliga og virðiliga leggi eg lok á fortíðina, leggi blomstur á gamla grøv, og fari víðari. 

 

 

Fløgan vígd ungum LGBT’arum 

- “Funeral” er vígd ungum LGBT’arum, og er ætlað at geva vón og áræði til tey, ið kenna somu trupuleikar, ið samkynd gjørdu fyri mongum árum síðani.

 

 

Dapurt evnið við humoristiskari viðgerð

- Hóast evnið er sera tungt og dapurt, so eru sanginir meira kátir. Humor er umráðandi, tá man viðger slíkt, fyri ikki at gerast ov hugtungur. 

 

Natúrlig fløga 

- Øll fløgan er innspæld við “ordiligum” instrumentum. Sungið verður uttan autotune, og songkvinnunar úr “Kata” syngja kór til nakrar sangir. Ongar elektroniskt programmeraðar effektir beinleiðis úr teldum eru nýttar, so sum annars verður er sera vanligt í dag. Ljóðið er tískil sera organiskt. 

 

Leitar aftur til røturnar

- Síðani eg var smádrongur, havi eg hugt eftir gomlum, glamurøsum Hollywood filmum og lurtað eftir jazz og fólkatónleiki úr 1920 - 1950’unum. Íblástur til fløguna er serliga harfrá, og eg vildi gera fløguna, eins og man gjørdi fyrr. Brúka tey ljóðførini, sum man fekk hendur á. 

 

Broytist myndin, um man skiftur rammuna? 

“Change the Frame” snýr seg um, hvussu dreymakend ein løta kann tykjast, tá vit møta onkrum heilt serligum eitt vakurt stað í summar og sól, og um óttan at ikki uppliva løtuna eins vakra, taka vit sama viðkomandi til køldu og gráu Føroyar. Altso - hevði myndin verið tann sama við øðrvísi rammu? Sjónbandið er í tráð við sangin. Tað er um alt, sum broytist rundan um meg, meðan eg standi í stað, óbroyttur.” 

 

 
 
Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.