Konni Kass við nýggjum lagi

Konni Kass við nýggjum lagi

Konni Kass við nýggjum lagi
Í nýggja sanginum “Time” syngur Konni um tíðina, øll noyðast at fyrihalda seg til.
20.08.2016 - 15:00

Konni gekk í skúla og arbeiddi í langa tíð, uttan at spekulera stórvegis um tað. Men í 2015 fær hon sær orlov frá skúlanum.

 

- Brádliga seti eg meg niður og observeri. Fyri fyrstu ferð leingi eri eg ikki á sama báti sum øll hini. Eg fái mær frí fyri at geva tónleikinum pláss. Um tað ber til at lesa og vera tónleikari í senn, veit eg ikki - og veit tað ikki enn. 

 

Rótin til stress, er tíðin. 

 

 - Um bara eg fekk meiri tíð, so bar alt til. Sangurin snýr seg um hesar tankar, men er tvítýddur. Samstundir snýr hann seg um kærleika. 

 

Facebook síðan hjá Konni : Konni Kass

 

Konni eigur sjálv orð og lag. Tónleikarirnir eru:  

Konni Kass – vokal, kór

Knút Háberg Eysturstein – rhodes, synths

Torleik Mortensen – bass, effektir

Per Ingvaldur Højgaard Petersen – trummir, percussion

 

Sangurin er tikin upp í Studio Block og í Bunkarinum. 

 
 
Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.

Les eisini

Playlistin: GIRL POWER

Playlistin: Róar Mørkøre Hansen

Gorillaz venda sterkt aftur