Rót og rútma

 
 
 

Tak niður

 
Rót og rútma
Um Sendingina

Rót og rútma er ein tónleikasending við country tónleiki í breiðastu merking. Í Rót og rútmu kanst tú hoyra tað allarnýggjasta á country marknaðinum, ikki bara úr USA, men eisini úr Føroyum, Evropa og aðrastaðni.

Eisini eru country klassikarar á skránni, og nomið verður við tað, sum rørir seg innan hesa tónleikasjangru. Sendingin hevur verið á skránni í útvarpinum í útivið 17 ár.

Meinhard Jensen sigur um sendingina: "Besta tónleikasendingin í føroyskari radiosøgu heldur fram á sama støði. Sama góða røddin, altíð ein veitslugrýta við nýggjum og gomlum country, stórseljarum og obskurum gimsteinum."

Vertur er Petur Rouch.

Samband
Um tú vilt hava samband við fólkini handan sendingina, skriva til:


bs@kvf.fo