RagnarRokk

RagnarRokk #206 16.oktober
16-10-2017
Sendingin RagnarRokk er nú tøk sum netútgáva

Í dag hava vit verið í savninum og funnið fram tvær tær fyrstu RagnarRokk sendingarnar sum vóru gjørdar. Talan er um tvær sendingar frá 2010, sum vóru gjørdar stutt eftir at Ronnie James Dio andaðist 16 mai hetta árið. Fleiri lurtarar hava spurt eftir hesum sendingunum, og nú eru teir so tøkar á netinum.

RagnarRokk

Í flestu sendingunum royna vit at varpa ljós á nýggjan tungmálm og rokktónleik, tónleik sum sjálvdan er meira enn tvær tríggjar vikur gamal. Royna í hvørjari sending at blanda nýggjar og eldri bólkar/tónleikarar so varatiónin verður so góð sum gjørligt. Í øðrum sendingum er eitt ávíst tema, undanfarnar vetrar hava vit millum annað sett fokus á útgávur sum hava jubileum.
Samrøða við Dr.Dead høvuðsmannin í týska bólkinum Dominum. Vit práta um debutútgávu teirra Hey Living People, sum var útgivin um ársskiftið
24-04-2024
Samrøður við Marlene Portnoy og Rena Sands Petrucci úr amerikanska trashbólkinum Meanstreak og amerikanska bluesguitarleikaran Walter Trout
18-04-2024
Samrøða við 73 ára gamla amerikanska bluesguitarleikaran Walter Trout, um nýggju útgávu hansara Broken
18-04-2024
Samrøða við Marlene Portnoy og Rena Sands Petrucci úr kvinnuliga amerikanska trashbólkinum Meanstreak, um nýggju EP teirra Blood Moon.
18-04-2024
Samrøða við Enrico Di Lorenzo, oddamannin í italska deyðsmálmsbólkinum Hideous Divinity, um nýggju útgávu teirra Unextinct
12-04-2024
samrøður við Kristu Shipperbottom, Aliciu Vigil og Ace Frehley
11-04-2024
Samrøða við Ace Frehley, fyrrverandi guitarleikaran í KISS, sum er aktuellur við útgávuni 10.000 volts
11-04-2024
Samrøða við Aliciu Vigil, bassleikaran í power metal bólkinum DragonForce um nýggju útgávu teirra Warp Speed Warriors
11-04-2024
Samrøða við Kristu Shipperbottom, oddakvinnuna í kanadiska tungmálmsbólkinum Lutharo, um nýggju útgávu teirra Chasing Euphoria
11-04-2024
Samrøður við Philip Lindstrand, Ray Alder og Mörck
04-04-2024
Samrøða við Olof Mörck, úr svenska power metal bólkinum Amaranthe, um nýggju útgávu teirra The Catalyst
04-04-2024
Samrøða við Ray Alder, sum saman við Jim Matheos hevur tikið stig til verkætlanina North Sea Echoes. Vit práta um nýggju útgávu teirra Really Good Terrible Things
04-04-2024