Röddin

VIT

Útvarpsskrá

mánadagur

23. januar 2017

01:00 - 01:55
Also (e)
Kjaksending, her tríggir gestir viðgera ymisk evni, og ymsar støður, sum øll antin hava verið í ella kunna koma í.
Elin Michelsen leggur til rættis.
01:55 - 03:00
Náttarrásin
03:00 - 04:00
Bolero (e)
Sending við klassiskum tónleiki.
Ólavur Olsen leggur til rættis.
04:00 - 05:00
Náttarrásin
05:00 - 05:40
Meg minnist (e)
Jógvan Arge hittir Tord Niclasen á Eiði. Fyrsta sending.
Tordur Niclasen á Eiði hevur fingist við mangt og hvat. Byrjaði sum sjómaður, verið pleygari og fyrsta mannliga sjúkraystir í Føroyum, løgtingsmaður og landsstýrismaður, leiðari á røktar- og ellisheimi og loksins ovasti fyri eldraøkinum við Skálafjørðin. Eisini starvast í Eysturgrønlandi fleiri skifti. Tordur er vágamaður, sonur Heina Martin Niclasen úr Sørvági og Valborg Thomassen úr Sandavági. Heina Martin plagdi at lýsa við, at hann var Føroya næstelsti barberur. Barna- og ungdómsárini í Vágum vóru hendingarík. Skúlárini vóru góð, um enn disciplinin setti síni krøv.
05:40 - 07:00
Morguntónleikur
07:00 - 07:07
Tíðindi
07:07 - 07:16
Morgunlestur
Hesa vikuna skrivar Torben Johannesen, prestur.
Tóra Bærentsen lesur.
07:15 - 07:29
Barnaútvarpið
Loyndarmálið í Venezia 6. partur
Elin á Rógvi leggur til rættis
07:30 - 07:35
Tíðindi
07:35 - 08:00
Góðan morgun Føroyar
Morgunútvarp við samrøðum, innsløgum og tónleiki.
Kári Olsen, Rúni Jákupsson og Rebekka Manuela Behrens eru vertir.
08:00 - 08:05
Tíðindi
08:05 - 09:00
Góðan morgun Føroyar
Morgunútvarp við samrøðum, innsløgum og tónleiki.
Kári Olsen, Rúni Jákupsson og Rebekka Manuela Behrens eru vertir.
09:00 - 09:05
Tíðindi
09:05 - 09:50
Góðan morgun Føroyar
Morgunútvarp við samrøðum, innsløgum og tónleiki.
Kári Olsen, Rúni Jákupsson og Rebekka Manuela Behrens eru vertir.
09:50 - 10:00
Morgunlestur (e)
Hesa vikuna skrivar Torben Johannesen, prestur.
10:00 - 10:05
Tíðindi
10:05 - 11:00
Tit skriva vit spæla
Sending við lurtara ynskum.
Øssur Egholm er vetur.
11:00 - 11:55
Also (e)
Kjaksending, her tríggir gestir viðgera ymsar støður og ymisk envi, sum øll antin hava verið í ella kunna koma í.
Elin Michelsen er vertur.
11:55 - 12:15
Føroyskur middagstónleikur
12:20 - 12:35
Tíðindi
12:37 - 13:00
Føroyskur døgurðatónleikur
13:00 - 13:02
Veðurtíðindi
13:02 - 14:00
Temaplátan í Plátubarrini (e)
Temapláta er "Songs From The Big Chair", sum Tears For Fears gav út í 1985. Kend løg eru "Shout" og "Everybody Wants To Rule The World"
Jákup Magnussen leggur til rættis.
14:00 - 15:00
Ragnarokk
Sending við rokktónleiki.
Ragnar A. Jacobsen leggur til rættis.
15:00 - 15:03
Tíðindi
15:03 - 16:00
Rót & rútma (e)
Sending við country tónleiki.
Petur Rouch er vertur.
16:00 - 16:03
Tíðindi
16:03 - 17:00
Skáin
Eyðfinn Jensen er vertur.
17:00 - 17:05
Tíðindi
17:05 - 17:55
Pengar til heilsu
Í hesi triðju og næstseinastu sending frá reportagutúri í Norðurgrønlandi verður tosað um heilsuumstøðurnar hjá fólkinum. Eitt nú støðast læknar og tannlæknar ikki har norðuri og tí er útskiftingin sera stór.
Tórður Mikkelsen legði til rættis í 1995.
18:00 - 18:17
Tíðindi
18:20 - 18:35
Barnaútvarpið (e)
Loyndarmálið í Venezia 7. partur
Elin á Rógvi leggur til rættis
18:35 - 19:05
Harmonikuløtan (e)
Sending við harmonikutónleiki.
Hanna og Terji Jacobsen leggja til rættis.
19:00 - 19:25
Tónleikur
19:30 - 20:30
Bolero (e)
Sending við klassiskum tónleiki.
Ólavur Olsen leggur til rættis.
20:30 - 21:00
Føroyskur tónleikur
21:00 - 21:15
Tíðindi (e)
21:15 - 22:00
Góðan morgun Føroyar (e)
Vit senda tilfar úr morgunsendingini í morgun.
Kári Olsen, Rúni Jákupsson og Rebekka Manuela Behrens eru vertir.
22:00 - 00:00
Tónleikur

mánadagur

23. januar 2017

Sjónvarpsskrá

mánadagur

23. januar 2017

18:00 - 18:28
Tíðindi úr Grønlandi
18:30 - 18:46
Alt í 1um
- føroysk barnasending frá 2013
Trý fólk eru við í Alt í 1um. Tveir dreingir og ein genta.
Fyrst er tað vangamyndin. Regin Marjunarson Gaard sigur frá og vísir fram ymiskt, sum hann hevur áhuga fyri og dámar. Regin er 12 ár og skóti, og 22. februar er ein serligur dagur hjá skótunum. Vit síggja hvussu man ger klárt til at brenna bál, tá má Regin bæði brúka knív og øks.

Rani, spælummælarin fer at ummæla Minecraft.

Eisini er tónleikur á skránni. Katarina fer at syngja Føroyar hjá Frændum. Og hon spælir sjálv upp á Ukulele. Upptøkurnar eru gjørdar á Margarinfabrikkini í Havn.

Hans Petur Hansen, Elin Dagbjartsdóttir Neshamar, Lív Mortensen og Páll Danielsen hava gjørt sendingina.
18:46 - 18:55
Timmy tíð
19:00 - 19:20
Dagur & Vika
19:30 - 20:00
3-2
20:03 - 20:43
Toymistvíburi
- Drúgvastu jarnmenn í Danmark
Brøðurnir, sum ikki gevast. Steen Mondrup frælsítróttamaður hevur sum tann fyrsti í heiminum megnað at fremja eina Ironmankapping saman við tvíburabeiggja sínum, Peder, sum ber brek. Tann stóri dreymurin er nú at liva av at luttaka í renning og kappingum annars.
Lagt til rættis: Kristian Frederiksen.
Framl.: TV 2 Nyhedsafdelingen
Framl. ár: 2015
20:43 - 21:24
LEGO
- Ein heimur av byggikubbum
Árið 2014 var eitt serliga gott ár hjá Lego. Danska familjufyritøkan hevði sítt besta ár millum leikutoysfyritøkur á heimsstigi! Vanliga eru dyrnar inn í fyritøkuna hermetiskt afturlatnar fyri almenninginum, men nú hevur enska Channel 4 fingið loyvi at sleppa innum í høvuðssætið í Billund.
Upprunah.: The Secret World of LEGO
Framl.ár: 2015
21:23 - 21:52
Eg ímóti mær 3:8
- norsk dokumentarrøð frá 2016
Krøvini hjá Trinu í sambandi við skúla, arbeiði o.a. gera, at kenslan av ikki at røkka til økjast hvønn dag. Kira tosar um uppvøksturin í Jehovas Vitner, og hvussu hon noyddist at flyta heimanífrá 15 ára gomul.
Christopher fylgir ráðunum frá sálarfrøðinginum, og tilveran lýsnar nakað.
21:53 - 22:39
Truplir kroppar
- bretsk læknarøð frá 2014
Fjórði hvør breti vigar ov nógv og BMI´ið er oman fyri 30. Fleiri og fleiri fáa hægri BMI. Her fylgja vit eini 56 ára gamlari kvinnu, sum hevur hjálp fyri neyðini. Hon vigar 229 kg - BMI 79! Fær hon ikki hjálp alt fyri eitt, doyr hon av ovurfiti.
Upprunaheiti: Embarrassing Bodies - 7 ár
Framl. ár: 2014
22:38 - 23:06
Slappa av 3:10
- Rørsla og ASMR
Vit skulu minka ferðina og slappa av. Í hesi sendingini fer Jeppe at læra teg at verða meira nærverandi við rørslu, og Nora vísir tær, hvussu hon leggur makeup. Fá tær eitt undirlag ella teppi og set teg væl til rættis á gólvið.
23:08 - 23:23
Kändisklipparna 8:12
- Svensk realityrøð frá 2015
Vit hitta Marcellu, Elisabeth, Rebecku, Dinu, Oliviu og stjóran hjá teimum, Marre. Tey eru sera góðir vinir, elska arbeiðið, familjuna og kundarnar, men eisini gott veitslulag.
23:23 - 23:43
Dagur & Vika
23:43 - 00:13
3-2

mánadagur

23. januar 2017