- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Dánjal Norðberg sigur sjálvur, at honum hevur altíð dámað avbera væl at fáast við føroyskan mat, at vera trivaligur og at fáa hann at smakka.
Í barnaheiminum hjá Dánjali vóru tey 15 fólk í húsi og ein forsyrgjari. Tey vóru 11 systkin, níggju beiggjar og tvær systrar, mamman og pápin og hjá teimum búðu eisini omman og abbin.
Í sendingini sigur hann m.a. frá einari stórari grind seinast í tríatiárunum, tá úti við 1.000 hval løgdu beinini í Hvalba. Pápin fekk ikki minni enn 10 hvalir í sín part, men alt varð etið, sigur Dánjal.
Hann sigur eisini frá einum serliga stórum nótakasti, tá teir fingu upp í 60 bátar av seiði. Parturin hjá Dánjali var upp í 25 leypar.
Dánjal Norðberg sigur eisini frá einari serligari hending, tá mamman var sjúk og skuldi fara til Havnar. Men hon kundi ikki fara, tí støðan í heiminum var so vánalig. Hungur var í Hvalba. Eingin grind hevði verið í nógv ár. Tá hon fór í song um kvøldið, bað hon Guð um at senda eina grind, tí hon hevði einki at geva børnunum. Morgunin eftir vóru grindaboð og hon legði beinini í Hvalba.