- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Handilsmaðurin Hilmar Nielsen veit alt sum vert er at vita um Saltangará, og hann hevur serligan áhuga fyri upprunanum til navnið. Bygdin hevur eisini verið rópt í Heiðunum. Saltangará eru teir gomlu torvheiðarnir hjá glyvramonnum og grannabygdin Runavík eru teir gomlu torvheiðarnir hjá toftamonnum.
Tað besta Sunneva Dalsgaard Hansen veit er, at fara á flot saman við manninum Jógvani, sum er barberur og í mong ár hevur havt klippistovu á Høgabóli, har menn úr allari oynni koma at klippa sær. Báturin hjá teimum er helvt um helvt fiskibátur og stuttleikabátur.
Nógvir russiskir trolarar koma til bryggju í Saltangará at umskipa veiðuna og taka nýtt tilfar. Eli Lassen, stjóri á Atlantic Supply Base, sigur, at russararnir geva eitt gott íkast til plássið.
Ungu hjúnini Jona og Ólavur Thune og døturnar Jenny og Ida búgva á Hjallavegi, sum er í einum spildur nýggjum býlingi í Saltangará. Genturnar gera nógvan fimleik. Ólavur fekk nýtt hjarta fyri átta árum síðani og hevur eitt gott lív í dag. Hann møtir til arbeiðis klokkan fimm hvønn morgun og koyrir bakaravørur út kring landið. Jona arbeiðir á Apotekinum í Klaksvík og har dámar henni væl.