- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Fyrrverandi løgtingsmaðurin Alfred Olsen hevur sett húsini á Gráasteini í stand, og hann sigur frá fólkunum og umstøðunum á Gráasteini, og ikki minst frá Olgari, ið var fyrsti maður í Saltnesi og fekk trøðna frá sjálvum kongi.
Systkini Kims Reinert Lamhauge og Johannes Petersen minnast hvussu tað var at vaksa upp í Skúla.
Hjúnini Eydna Reinert Kjeld og Haraldur Kjeld siga eisini frá. Hon er yngst av 11 systkjum og hann er havnarmaður. Um stutta tíð verður skjótt hjá honum at koyra til Havnar.
Siri Reinert Hansen og Rógvi Hansen og dreingirnir búgva í gomlu húsunum í Skúla, sum eru barnaheimið hjá pápa Siri. 14 ára gamli Rói gleðir seg til Eysturoyartunnilin, tí tá verður hann 18 ár og fær koyrikortið.
Vit hitta eisini elsta fólk í Saltnesi, Hannitheu, sum verður 100 ár seinni í ár. Hon sigur frá ungdómsminnum.
Tunnilsmunnin í Eysturoyartunnlinum verður í Saltnesi. Sanna og Dánjal Jákup Højgaard búgva beint við, har munnin verður. Enn vita tey ikki, hvussu teirra hús fáa samband við nýggja landsvegin, tí ein rundkoyring verður gjørd á sjónum beint niðanfyri húsini.