Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Kenja (1:3)
01-05-2017
Fólkaríka landið Kenja í Eysturafrika er eitt spennandi og fjølbroytt land, ið hevur alt at bjóða. Kortini eru tað nógv fólk her, ið tørva hjálp

Þórunn Helgadóttir úr Íslandi hevur havt skúlar í Kenja í meira enn 10 ár og hon sigur, at tørvurin á hjálp í Kenja er ovurstórur. Hon hevur hesi árini útvegað yvir 1000 av teimum fátækastu børnunum í landinum pláss í skúla.

23 ára gamla Maria Syderbø Mikkelsen úr Hoyvík, sum lesir til sosialráðgeva, er í starvslæru í fimm mánaðir í barnaskúlunum hjá Þórunn Helgadóttir í høvuðsstaðnum Nairobi og í miðnámsskúlanum í býnum Loitoktok 300 kilometrar sunnanfyri Nairobi. Maria hevur longu nú valt fleiri næmingar til føroyingar, ið vilja stuðla og gjalda skúlagongdina fyri fátæk børn í Kenja

Tað var stórur rómur á næmingunum í barnaskúlanum í Nairobi, tá tey fingu bóltar frá Fótbóltssambandi Føroya. Tey mistu herfyri einasta bóltin á skúlanum burtur á einari ítróttastevnu fyri skúlar í fátækrabýlingum, og tí høvdu tey gjørt sær ein bólt úr pappíri. Maria helt, at hon kundi útvega teimum nýggjar bóltar. Hon vendi sær til Fótbóltssambandið og  tey løgdust ikki á boðini. Heldur ikki í miðnámsskúlanum í Loitoktok høvdu tey nakran ordiligan bólt, so eisini har komu bóltarnir frá FSF sera væl við, tí næmingarnir dáma væl at sparka og nógvir hava góð evni.

Betsy Gichuki er úr Kenja og hevur búð í Havn í 10 ár. Hon sigur, at hóast 42 ættarbólkar og líka nógv móðurmál eru í Kenja, kunnu tey flestu tosa saman á svahili, ið er eitt felagsmál, sum øll læra. Hon dugur ikki so væl sítt egna móðurmál, tí hon fór á kostskúla sum níggju ára gomul og har tosaðu tey ikki hennara móðurmál.

Tað eru fyrst og fremst fólkini í Kenja, sum hugtaka Jónu Hansen, ið er í Kenja fyri 11. ferð og hjálpir á skúla hjá felagsskapinum NLAI í býnum Nakuru. Hon kennir seg heima millum fólkið í Kenja. Men hon er so sanniliga eisini hugtikin av sjálvum landinum, sum er so nógv øðrvísi enn tað vit eru von við. Hon hevur upplivað nógv í Kenja saman við manninum Billy, men nú vilja tey vera á skúlanum sum mest og gera mun meðan tey eru í landinum.

James M. Kagotho, vanliga nevndur Jimmi, er úr Kenja og hevur saman við konuni Miu Jacobsen Kagotho kvinnuheimið Jimmia í býnum Nakuru. Hann fylgir væl við politisku støðuni og óttast fyri ófriði tá forsetavalið verður í august.  

Mia var stødd í Kenja tá umfatandi ófriður var í sambandi við forsetavalið fyri 10 árum síðani. Hon upplivdi stórar ræðuleikar og hon vónar, at forsetavalið í august verður friðaligt.

Í sendingini vitja vit saman við Mariu Syderbø Mikkelsen og tveimum sosialráðgevarum fýra ára gomlu Debru, sum júst hevur fingið stuðul í Føroyum, ið rindar fyri skúlagongdina, bøkur, mat og annað. Omman forsyrgir allari familjuni við at samla posar á stóra skerlliplássinum, har hon býr.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023
Eitt vikuskifti í summar samlaðust skyldfólk úr Egholmsættini í Føroyum á oynni Egholm í Limfjørðinum við Aalborg, haðani navnið á hesum eftirnavninum kemur.
25-09-2023