Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Kenja (2:3)
08-05-2017
Lívið á ruskplássi, skúlin hjá NLAI í Nakuru og íverksetan fyri fátækar kvinnur í Nairobi eru millum evnini í dag, og sjálvsagt eisini landið sjálvt

Nógvir føroyingar hava verið í býnum Nakuru og hjálpt til hjá felagsskapinum New Life Afrika International, sum donsku hjúnini Susanne og Leif Madsen reka. NLAI er ein sjálvboðin felagsskapur, sum gevur fátækum børnum og ungum møguleika at ganga í skúla og útbúgva seg til framtíðina, og harafturat lærir kreppuraktar kvinnur at seyma. 

Beint nú er ein føroyingur her. Tað er Jóna Hansen, sum er í Nakuru fyri 11. ferð og hjálpir til. Saman við Susanne Madsen vísir Jóna okkum stóra ruskplássið í býnum, har nógvar familjur búgva. Tað er ein syndarlig sjón. Men sólskinssøgan í hesum er forskúlin fyri børnini, sum vaksa upp á ruskplássinum og økinum beint uttanum.

-Fyri meg gevur tað nakað serligt at koma til Nakuru at hjálpa til. Nú er tað sum at koma heim, hvørja ferð eg komi til Kenja og eg elski bæði fólkið og landið, sigur Jóna. Susanne og Leif Madsen hava ábyrgdina av tilsamans 800 næmingum.

Maria Syderbø Mikkelsen, sum lesir til sosialráðgeva og er í starvslæru hjá ABC Childrens Aid Kenya og íslendsku Þórunn Helgadóttir, er hugtikin av ungu Abby úr USA. Fyri fýra árum síðani kom Abby, sum tá var 14 ára gomul, til Kenja at vitja saman við øðrum úr USA. Síðani hevur hon stovnað ein sjálvbodnan felagsskap í USA, sum hevur fingið fólk har at stuðla skúlagongdini hjá nógvum børnum á skúlunum hjá Þórunn í Nairobi og Loitoktok. Nú ætlar Maria eisini at útvega fleiri stuðulsfamiljur í Føroyum.

Betsy Gichuki er úr Kenja og hon hevur búð í Føroyum í 10 ár. Hon sigur, at hon roynir at læra børnini at hava virðing fyri familjuni og serliga at virða tey eldru fólkini, sum hava stórar lívsroyndir. Tað er ein partur av mentanini í Kenja.

Flestu útlendsku ferðafólkini, ið koma til Kenja at vitja, fara eisini á safari at uppliva tey serligu djórini, sum tú vanliga bara sært í einum djóragarði. Her eru tey í sínum náttúrliga umhvørvi. Vit síggja m.a. krokudillur, áarross, leyvur, fílar, giraffar og mangt annað.

Í einum fátækrabýlingi í Nairobi vitja vit Grace. Hon er ein av kvinnunum, sum eru við í einari skipan hjá Føroysku Barnahjálpini, at hjálpa fátækum konum at skapa sær egna vinnu. Serliga ein kona í Føroyum, Beinta undir Skarði á Sandi, hevur latið pengar til hesa skipan. Grace koyrir í bussi til Uganda at keypa klædnatilfar og kemur aftur til Nairobi at selja. Hetta hevur gjørt, at nú kára hon og familjan seg fíggjarliga.

Hilda Viderø frá Føroysku Barnahjálpini sigur, at henda verkætlan hevur spreitt seg sum ringar í vatninum, tí fyribils eru átta konur við í hesi skipan. "Vit tryggja okkum at tað eru tær røttu konurnar, ið koma í hesa skipan og at børnini eisini fáa ágóðan," sigur Hilda.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023
Eitt vikuskifti í summar samlaðust skyldfólk úr Egholmsættini í Føroyum á oynni Egholm í Limfjørðinum við Aalborg, haðani navnið á hesum eftirnavninum kemur.
25-09-2023