Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á Slættanesi
25-09-2017
Seinastu húskini fluttu av Slættanesi í sekstiárunum. Hóast tað hava tey, ið eru ættaði higani, heitar kenslur fyri avtoftaðu bygdini.

89 ára gamli Hjalgrim Hansen, vanliga nevndur Gimme, var 27 ára gamal tá hann flutti úr heimbygdini. Hann heldur, at hvørki elveiting ella vegur til Slættanesar høvdu bjargað bygdini. Umstøðurnar vóru so nógv broyttar, at bygdin stóð ikki at bjarga. Gimme sigur frá ymiskum barna- og ongdómsminnum í heimbygdini.

 

Anna Højsted hevur eisini nógv góð minnir úr heimbygdini. Famljan flutti inn í nýggj hús á Slættanesi í 1949 og longu í 1963 fluttu tey av bygdini aftur, tí at tey elstu børnini vóru farin heimanífrá. Tá vóru eingi ungfólk eftir í bygdini.

 

Jóhan J. Jakobsen í Vestmanna hevur bygt snotilig summarhús á tvær gamlar húsagrundir á Slættanesi. Hann og familjan hava ført alt tilfarið við egnum báti um sundið úr Vestmanna og nú er húsið nærum liðugt. Familjan ætlar at brúka tað nógv. Johan J. er eisini vitapassari og vit vitja vitan á Slættanestanga, har hansara forfedrar eisini hava verið vitapassarar.

 

Hetta er fyrstu ferð Rúna á Rógvi er á Slættanesi, men hon hevur alt lívið hoyrt nógv um avtoftaðu bygdina frá ommuni, ið er av Slættanesi. Fyri Rúnu er tað nakað heilt serligt at vitja á Slættanesi.

 

Skipaður gongutúrur er til Slættanesar henda dagin og samstundis er gudstænasta í skúlanum, sum eisini er kirkja. Við í gudstænastuni eru fýra prestar. Inga Poulsen Dam, sóknaprestur, og so tríggir aðrir prestar, ið hava røtur á Slættanesi. Tey eru Marjun í Kálvalíð, sum prædikaði, Theodor Eli Dam Olsen og Maria Jørðdal Niclasen.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023
Eitt vikuskifti í summar samlaðust skyldfólk úr Egholmsættini í Føroyum á oynni Egholm í Limfjørðinum við Aalborg, haðani navnið á hesum eftirnavninum kemur.
25-09-2023
12 ára gomul fór Henny Egholm til Havnar at ganga í millum- og realskúla, og har búði hon undir sera trongum korum saman við mammuni ymsa staðni í býnum
26-06-2023