- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Malla Olsen á Toftum, sum leygardagin fylti 103 ár, 101 ára gamli Alfred Haraldsen úr Elduvík og 100 ára gamli Hans Jacob Jacobsen í Skálafirði hava nógv at siga frá í sendingini.
Malla er nú elsta fólk í Føroyum. Hon er ættað frá Gjógv og greiðir í sendingini frá støðuni, tá mamman doyði frá fimm smáum børnum og pápin var til skips. Hann giftist uppaftur og samanlagt blivu tey 18 systkin.
Alfred Haraldsen úr Elduvík misti pápan sum trý ára gamal og tá hann var 15 ella 16 ár, doyði mamman. Í sendingin sigur Alfred m.a. frá, tá ein mina brast og gjørdi stóran skaða á barnaheimið.
Hans Jacob Jacobsen í Skálafirði var lítil á vøkstri tá hann fór til skips, og tí noyddist hann at smíða sær ein kassa at standa á fyri at røkka upp til vaðbeinið. Hann keypti sær ein lastbil og koyrdi fyrstu tíðina uttan nummarplátu og uttan koyrikort.