Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Akrabergi
12-02-2018
Akraberg er sunnasta bygd í Føroyum. Hon er mest kend fyri tann stóra vitan. Nú býr eingin har, men undir krígnum vóru tey umleið hálvthundrað fólk

84 ára gamli Niclas Akraberg Poulsen, ið er føddur og uppvaksin í Akrabergi, greiðir frá ymiskum spennandi søgum og hendingum í heimbygdini. Pápi hansara var vitapassari og bygdi hús her og síðani gjørdist hann vitameistari. Niclas greiðir millum annað frá ymiskum minnum frá krígsárunum.

 

Sumbingurin Hans Petur Kjærbo, sum býr í Vági, hevur eisini verið nógv í Akrabergi. Hann hevur arbeitt við vitarnar í Føroyum í 38 ár og tað ger hann framvegis. Eitt tíðarskeið var hann burturav í Akrabergi. Saman við konu og børnum hevur Hans Petur eisini í nøkur ár búð í vitameistarahúsunum her.

 

Magnus Jensen úr Sumba hevur nógv góð minnir úr Akrabergi, her hann er føddur og parvís vaksin upp. Í átta ár var hann eisini ein av vitapassarunum.

 

Regin Mohr Mortensen frá Føroya Tele, sum nú er pensioneraður, greiðir frá stóra og dýra millumbylgjusendaranum hjá Útvarpinum, ið nú stendur stillur, tí ein nógv minni og meira framkomin sendari røkir uppgávuna. 


Í sendingini eru samrøður við:
Niklas Akraberg Poulsen
Hans Petur Kjærbo
Magnus Jensen
Regin Mohr Mortensen

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
12 ára gomul fór Henny Egholm til Havnar at ganga í millum- og realskúla, og har búði hon undir sera trongum korum saman við mammuni ymsa staðni í býnum
26-06-2023
Hetta er fyrra sending við 91 ára gomlu Henny Egholm í Havn, sum fekk eina øðrvísi byrjan í lívinum enn tey flestu.
19-06-2023
86 ára gamli Mikkjal Sørensen av Viðareiði hevur í samfull 56 ár búð einsamallur í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. Vit vitja Mikkjal, sum framvegis rør út og hevur seyð
13-06-2023
86 ára gamli Mikkjal Sørensen av Viðareiði hevur í samfull 56 ár búð einsamallur í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. Vit vitja Mikkjal, sum framvegis rør út og hevur seyð
05-06-2023
Trongisvágsbotnur er ein sonn perla, sum nógv hoyrdu um fyrstu ferð tá stórt ruddingartiltak var har í september 2017. Saman við Peturi Karl av Rana, bónda, ganga vit í Botn
22-05-2023
Býlingurin úti í Grønlandi í vesturbýnum í Havn fekk hetta navnið, tí havnarfólk hildu at hann var so langt burtur. Einaferð var Grønlandsvegurin longsta postrutan í Havn
15-05-2023
Krígssavnið lýsir ein serligan kapittul, sum broytti nógv føroyska samfelagið. Umfatandi arbeiði fer fram í grøna SOR-bygninginum, samstundis sum framsýningin er opin
08-05-2023
Laksalúsin er lítil í vavi, men hon fyllir nógv í alivinnuni, og tað ger hon eisini hjá granskarunum á Fiskaaling við Áir. Har finna tey nýggjar loysnir í alivinnuni
01-05-2023
Orkestrið Ælabogin er nú 25 ár. Orkestrið fyri menningartarnað hevur framvegis stóran týdning nú spæla 38 fólk við í orkestrinum. Tey halda merkisdagin við uttanlandsferð
17-04-2023
Á fløtuni í Miðhoydølum, har Gróðurstøðin nú er, var minkagarður við 17.000 minkum. Tað vardi í 10 ár og so kom sjúka í og tað helt uppat. Vit hitta fleiri, ið arbeiddu har
03-04-2023
Býlingurin Bumshamar í Klaksvík hevur ikki bara eitt spennandi navn, men er ein spennandi býlingur og tey sum búgva her trívast væl
27-03-2023
Gamli býlingurin við Sjógv í Kollafirði er serliga kendur fyri kvæðaskaldskapin hjá sjóvarbóndanum. Nú verður arbeitt við at varðveita tað, ið eftir er av tí gamla við Sjógv
20-03-2023