Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Gerðum í Klaksvík
12-03-2018
Grækarismessa er serligur dagur í býlinginum í Gerðum í Klaksvík. Tríggjar stórar vanlukkur hava verið har í søguni og allar tríggjar 12. mars

Andras Joensen bóndi greiðir frá ymiskum viðurskiftum í Gerðum. Hann heldur, at toftirnar frá gomlu bóndahúsunum í Gerðum áttu at verið grivnar framaftur, so tær kundu staðið sum eitt minni um skalvalopini í 1745 og 1765, ið eru ein heilt serligur kapitul í Føroya søgu.

 

Birna Jacobsen og familjan fluttu aftur í hennara barnaheim í Gerðum eftir at bæði foreldrini vóru deyð. Tá umstøðurnar blivu sum tær blivu, er Birna glað fyri at vera komin aftur í gamla barnaheimið. Her er hon 8. ættarlið síðani skalvalopið í 1765. Birna sigur, at úr Gerðum hava tey stutt til alt í Klaksvík.

 

18 ára gamli Pól Eyðfinn Poulsen hevur flotið nógv á Borðoyarvík síðani hann dugdi at ganga. Honum dámar sera væl at fiska við ymiskari útgerð. Hann brúkar ein bát hjá abbanum og um ársskiftið keypti hann sær eina kajakk, sum hann rør við av og á fram við landi fyri at síggja betri lívið í sjónum. Ein tann besti dagurin Pól Eyðfinn hevur havt á Borðoyarvík var í fjørsummar, tá grind legði beinini har fyrstu ferð í nýggjari tíð.

 

Ungu hjúnini Nelly og Flóvin Váðklett byggja nýggj  sethús í Gerðum. Nelly, sum er ættað av Toftum, sigur, at Flóvin vildi sleppa at búgva við Borðoyarvík, har hann er uppvaksin. Hann hevur verið heima í ein mánað og er júst farin aftur til skips. Annars er ætlanin, at hann skal smíða tað mesta tá hann er heima. Nelly sigur, at alt sum tey hava brúk fyri í tí dagliga er beint við.

 

Janus Hansen er ógviliga hugtikin av Borðoyarvík og hann er niðri í fjøruni hvønn dag og tekur myndir at leggja á Facebook. Hann sigur, at ikki minst klaksvíkingar, sum búgva uttanlands, eru glaðir fyri at fáa høvi at fylgja við. Honum dámar allar best at sita niðri á Borðoyarvík tíðliga um morgunin, frá klokkan fimm til hálvgum sjey, tá fuglurin vaknar og fer at flúgva og áðrenn ferðslan byrjar av álvara.

 

Fólk í sendingini:

Andras Joensen

Birna Jacobsen

Pól Eyðfinn Poulsen

Nelly Váðklett

Janus Hansen

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023
Eitt vikuskifti í summar samlaðust skyldfólk úr Egholmsættini í Føroyum á oynni Egholm í Limfjørðinum við Aalborg, haðani navnið á hesum eftirnavninum kemur.
25-09-2023
12 ára gomul fór Henny Egholm til Havnar at ganga í millum- og realskúla, og har búði hon undir sera trongum korum saman við mammuni ymsa staðni í býnum
26-06-2023