Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á Skipanesi
14-05-2018
Skipanes er niðursetubygd og er føst í eina aðra bygd, undir Gøtueiði. Tey fyrstu búsettust her í 1839 fyri at skjútsa fólk um Skálafjørðin.

Hendrik Jacobsen greiðir frá søguni og ymiskum viðurskiftum á Skipanesi. Tá hann gekk á læraraskúla, skrivaði hann eina drúgva uppgávu um heimbygdina Skipanes. Hann sigur, at Skipanes er gamalt navn. Tróndur í Gøtu hevði skipahavn inni við Skipanes á Skálafjørðinum. Seinni hava gøtumenn eisini havt Tróndarneyst á Skipanesi og bát at føra torv við og størri bát at rógva til Havnar við, tá ikki var farandi við báti úr Gøtu suður um.

 

Anna og Jóannes Pauli Johannesen búgva á Sólteigi á Skipanesi og her dámar teimum væl. Hon er undan Gøtueiði og hann er miðvingur. Anna heldur, at tað er keðiligt at bygdirnar Skipanes og Undir Gøtueiði eru í hvør sínari kommunu. Tær eru ávikavist í Runavíkar Kommunu og Eysturkommunu og tí fara børnini hvør sín veg í skúla, sigur hon.

 

David á Brúnni býr í gomlu húsunum í Grótinum. Hann harmast um, at fólk hava so stóran skund í ferðsluni. Nógvir bilar yvirhála beint uttanfyri húsini, hóast tað er í bygdum øki. Hann gleðir seg til at Eysturoyartunnilin verður tikin í brúk, tí tá fer ferðslan á Skipanesi at minka.

 

Heidi Zachariassen av Skála og Jens á Líknargøtu úr Saltangará keyptu hús á Skipanesi fyri hálvumfjórða ári síðani og bæði síggja heimbygdina av Skipanesi. Tey trívast væl her. Tey siga, at bilarnir koyra alt ov skjótt gjøgnum Skipanes. Hvønn dag síggja tey svakar yvirhálingar og Heidi sigur, at tá hon skal trilla lítla Sigurð, sum er 10 mánaðir, fer hon oman á Niðaraveg, tí ferðslan á høvuðsvegnum er so nógv.

 

Dánjal Poulsen hevur altíð búð á Skipanesi. Hann sigur at tað er hugaligt nú lombini koma. Honum dámar væl at ærnar lemba seint, tí tá er gróðurin komin.

 

Tove og Dávur Nielsen búgva á Niðaravegi. Í kvøld hevur Tove vitjan av trimum øðrum pedagogum, sum hon læs saman við á netinum til pedagog. Tær hittast javnan. Dávur, sum er ættaður úr Trongisvági, sigur, at har suðuri vistu tey ikki hvar hann var endaður, tá hann tosaði um Skipanes. Hann er fallin væl til her.

 

Í sendingini eru:

Hendrik Jacobsen

Anna Johannesen

Jóhannes Pauli Johannesen

David á Brúnni

Heidi Zachariassen

Jens á Líknargøtu

Dánjal Poulsen

Tove Nielsen

Dávur Nielsen

Ranva Knudsen

 

 

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
12 ára gomul fór Henny Egholm til Havnar at ganga í millum- og realskúla, og har búði hon undir sera trongum korum saman við mammuni ymsa staðni í býnum
26-06-2023
Hetta er fyrra sending við 91 ára gomlu Henny Egholm í Havn, sum fekk eina øðrvísi byrjan í lívinum enn tey flestu.
19-06-2023
86 ára gamli Mikkjal Sørensen av Viðareiði hevur í samfull 56 ár búð einsamallur í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. Vit vitja Mikkjal, sum framvegis rør út og hevur seyð
13-06-2023
86 ára gamli Mikkjal Sørensen av Viðareiði hevur í samfull 56 ár búð einsamallur í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. Vit vitja Mikkjal, sum framvegis rør út og hevur seyð
05-06-2023
Trongisvágsbotnur er ein sonn perla, sum nógv hoyrdu um fyrstu ferð tá stórt ruddingartiltak var har í september 2017. Saman við Peturi Karl av Rana, bónda, ganga vit í Botn
22-05-2023
Býlingurin úti í Grønlandi í vesturbýnum í Havn fekk hetta navnið, tí havnarfólk hildu at hann var so langt burtur. Einaferð var Grønlandsvegurin longsta postrutan í Havn
15-05-2023
Krígssavnið lýsir ein serligan kapittul, sum broytti nógv føroyska samfelagið. Umfatandi arbeiði fer fram í grøna SOR-bygninginum, samstundis sum framsýningin er opin
08-05-2023
Laksalúsin er lítil í vavi, men hon fyllir nógv í alivinnuni, og tað ger hon eisini hjá granskarunum á Fiskaaling við Áir. Har finna tey nýggjar loysnir í alivinnuni
01-05-2023
Orkestrið Ælabogin er nú 25 ár. Orkestrið fyri menningartarnað hevur framvegis stóran týdning nú spæla 38 fólk við í orkestrinum. Tey halda merkisdagin við uttanlandsferð
17-04-2023
Á fløtuni í Miðhoydølum, har Gróðurstøðin nú er, var minkagarður við 17.000 minkum. Tað vardi í 10 ár og so kom sjúka í og tað helt uppat. Vit hitta fleiri, ið arbeiddu har
03-04-2023
Býlingurin Bumshamar í Klaksvík hevur ikki bara eitt spennandi navn, men er ein spennandi býlingur og tey sum búgva her trívast væl
27-03-2023
Gamli býlingurin við Sjógv í Kollafirði er serliga kendur fyri kvæðaskaldskapin hjá sjóvarbóndanum. Nú verður arbeitt við at varðveita tað, ið eftir er av tí gamla við Sjógv
20-03-2023