- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Hjúnini Martha og Tummas Pauli Mýri úr Klaksvík hava í 12 ár búð í Oslo í Norra. Hon er studentaskúlalærari og hann er júst byrjaður sum vinnu- og menningarleidari í norska oljufelagnum DNO. Hetta skúlaárið undirvísir Martha á Glæsi í Havn, og Tummas Pauli ferðast javnan ímillum Oslo og Klaksvík.
Elsuba Brimheim Ellis úr Havn hevur búð í USA í 46 ár. Hon er nærum heima í Føroyum á hvørjum ári og tá arbeiðir hon sum avloysari á Lágargarði.
Vestmenningurin Fróði Durhuus, sum giftist og búði í mong ár í Hósvík, hevur saman við konuni verið í Norra síðani fyrst í nítiárunum. Nú er hann pensjóneraður, men hann hevur verið ein sentralur maður í norsku alivinnuni.
Johan Petur Olsen, sum vaks upp á Strondum, hevur seinastu 20 árini búð í Vancouver í Kanada. Um summarið fiskar hann saman við familjuni í egnum báti í Kyrrahavinum.
Gunn Hansen úr Havn er búsett í Andalusia í Spania. Saman við dóttrini býr hon í einari lítlari fjallabygd, har øll húsini skulu vera hvít. Henni dámar sera væl har, men jólini eru hugnaligari í Føroyum, sigur hon.