- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Íslendingurin Sævar Haldórsson, sum hevur búð í Vági í 38 ár, hevur Radioservice í Vági. Hann koyrir runt alla Suðuroynna og hjálpir fólki við sjónvørpum og aðrari tekniskari útgerð.
Sævar er samstundis vorðin ein sannur miðdepil í gerandisdegnum hjá nógvum monnum í Vági og øðrum suðuroyingum við. Summir eru pensjónistar, og aðrir koma í kaffisteðginum á arbeiðsplássinum til Sævar, og millum gestirnar eru eisini siglandi menn sum eru heima. Prátið gongur væl og søgurnar eru nógvar, meðan kaffið verður drukkið.
Sævar sigur, at onkuntíð koma einstakar konur eisini inn á gólvið, men tær eru fáar. Hann heldur, at tað er umráðandi at taka sær tíð til hesar løtur, ikki minst í hesum tíðum fólk eru so bundin av teldu og aðrari tøkni.
Túrurin hesaferð er í kaffistovuni hjá Sævari ein vanligan fyrrapart. Prátað verður við høvuðspersónin Sævar og ymsar gestir:
Í sendingini greiða hesir frá:
Sævar Halldórsson
Óli Holm
Hans í Líðini
John Berg
Eli Poulsen
Dia Poulsen
Jens Petur Brattalíð
Piddi Strøm
Marlon Kjærbo
Finn Olsen
Arni Dahl
Tom Villy Magnussen
Sendingin varð fyrstu ferð í útvarpinum, mánadagin 29. januar 2019.