V4

V4

Tølini
Sí øll tølini frá seinasta drátti á slóðini her: V4.fo (letur upp í nýggjum kaga)

Um sendingina
V4 er bingospælið í útvarpinum hjá Kringvarpinum, ið er á skránni fríggjamorgun klokkan 9:45 Til ber at keypa seðlar til dráttin gjøgnum fartelefon, internetið og á sølustøðunum kring landið.

Fýra tøl eru á hvørjum seðli, og ein vinnur, um øll tølini verða drigin í sendingini ta vikuna seðilin er keyptur. 14 tøl av 100 verða drigin hvørja viku.

Upphæddin í puljuni valdast hvussu nógvir seðlar eru seldir vikuna frammanundan. Vinningurin verður býttur út millum tey, ið hava øll fýra tølini.

Tá vanligi V4-drátturin er drigin, verða allar kúlurnar koyrdar í aftur rulluna og ein kúla drigin - Gulltalið. Um ein vinnaraseðil í vanliga dráttinum eisini hevur hetta talið, tá vinur hann Gullnámið.

Eisini eru eykavinningar at vinna.

 

Søgan
V4 kom í lag, tí fíggjarligu umstøðurnar hjá Útvarpi Føroya vóru ov ringar í sekstiárunum. Útvarpsleiðslan kom tí við einum uppskoti til Føroya Landsstýri um at loyva útvarpinum at hava egnan happadrátt til frama fyri útvarpið, og varð hetta játtað.

Fyrsti dráttur var 29. november 1969. V4 vísti seg at vera eitt heppið átak. Undirtøkan var stór, og pengarnir fóru at renna inn í kassan hjá útvarpinum. Pengarnir vórðu nýttir til nýtt útvarpshús, tøkni, fleiri starvsfólk og annað.

Tað, sum serliga birti upp undir áhugan fyri V4, vóru undirhaldssendingarnar, sum farið varð undir saman við V4-dráttinum. Landsins fremstu sangarar, tónleikarar, sjónleikarar, yrkjarar, høvundar og fleiri gjørdu V4-sendingarnar til útvarpsins best umtóktu sendingar nakrantíð.

 

Spælireglur

Farseðlar

Tú kanst keypa V4-seðlar um fartelefoninia - eisini tá tú er uttanlands, men minst til ikki at brúka landakotuna, einans 1911.

Í einum SMS-boðum skrivar tú: V4 og sendir tey til: 1911. Tú fært síðan tínar V4-seðil sendandi í einum SMS boðum.

Hesir V4 seðlar kosta 27 kr. umframt SMS gjaldið. Tú rindar fyri seðlarnar um telefonrokningina ella burtur av talutíðarkortinum.

Seðlar kunnu keypast til fríggjamorgun kl. 9:15. Sølan til næsta drátt byrjar kl. 10:00 fríggjamorgun. Hvør telefon kann keypa upp í tríggjar seðlar til hvønn drátt.

Er tað ein fartelefon, ið hevur vinnaraseðilin, fær vinnarin SMS-boð um, at hann hevur vunnið. Vinningin eigur tann, ið stendur fyri fartelefonini.

Spælir tú við fleiri seðlum gjøgnum fartelefonina, er lætt at fylgja við. Send eini SMS-boð við tekstinum V4 S til 1911. So sært tú tínar seðlar á fartelefonini.

Fastir seðlar
Tú kanst keypa tær fastar V4 seðlar um fartelefonina.

Í einum SMS boðum skrivar tú: V4 F1, og sendir tey til: 1911. So fært tú hvønn fríggjadag kl.12 tín fasta V4 seðil í einum SMS boðum.

Tú kanst hava upp í 5 fastar V4 farseðlar. Tá skrivar tú F2, F3, F4 ella F5.

Tú kanst ógilda bíleggingina av tínum fasta V4 seðli við at skriva: V4 F0 í einum SMS boðum og senda tey til: 1911.

Online Keyp
Her ber til at keypa V4 seðlar online: Keyp V4-seðlar online (letur upp í nýggjum kaga)

 

Senditíð
Drigið verður hvønn fríggjamorgun klokkan 9:45.

Seinasta freist at keypa seðlar við fartelefon ella á v4.fo er fríggjamorgun klokkan 9:15. Seinasta freist hjá sølustøðum at lata seðlar inn er hósdag klokkan 15:00