Brandur Sandoy sigur, at hann boðaði frá fyri løgtingsvalið, at hann gevst í kommunupolitikki. Nú hann er vorðin løgtingsmaður aftur
19-09-2019
Politikkur

Fólkaræði

Fólkaræði er føroyska orðið fyri demokrati. Demos merkir fólk og kratia merkir veldi. Fólkaræði er eitt heiti fyri eina politiska stýrisskipan, har fólkið, umvegis fólkavalda umboðan, hevur valdið. Fara vit langt aftur í tíðina, so var fólkaræði sett í samband við nakað negativt. Tá sá mann fyri sær, at óútbúgvin og ognarleys fingu vald, heldur enn at tað hevði við sær, at øll fingu vald. Harvið varð fólkaræði sæð sum fíggindin hjá frælsi og vísdómi. Í dag verður tað mett sum ein styrki og nakað positivt, at júst øll hava møguleika at atkvøða, og harvið gera sína ávirkan galdandi. Fólkaræði kann verða bæði umboðandi og beinleiðis. Umboðandi fólkaræði er soleiðis, sum vit kenna tað her í Føroyum – at borgarar, hvør í sínum lag, greiða sína atkvøðu og velja sítt umboð. Beinleiðis fólkaræði er fyrst og fremst, tá mál verða løgd út til fólkaatkvøðu.

Heimastýrislógin

Tá týskarar hersettu Danmark 9.apríl í 1940, hevði tað við sær, at sambandið ímillum Føroyar og Danmark varð kvett. Sum eina avleiðing av hesum og sum eitt framhald av fólkaatkvøðuni í 1946, kom Heimastýrislógin í 1948. Hetta var ein lóg, ið legði stjórnarskipanarviðurskifti Føroya í eina nýggja legu.

Undan Heimastýrislógini var løgtingið bert ráðgevandi ting og ikki lóggevandi. Við øðrum orðum, so ráðgóvu løgtingslimir donsku myndugleikunum, um hvussu danir skuldu stýra føroyskum viðurskiftum. Heimastýrislógin var nýggjur karmur um arbeiðið hjá løgtinginum, ið nú eisini fekk lóggávuvald á økjum, sum føroyingar hava yvirtikið.

Løgtingið

Løgtingið hevur føroyskt lóggávuvald. Tað er her, at lógir skulu viðgerast og samtykkjast. Ein lóg er tó ikki bert ein lóg, tí løgtingið hevur samtykt hana. Um løgtingið samtykkir eitt lógaruppskot, so er tað ikki galdandi lóg, fyrr enn løgmaður hevur lýst lógina at galda. Á tann samtykkir løgtingið lógirnar, og løgmaður staðfestir tær. Í stýrisskipanarlógini er ásett, at 33 limir eru í løgtinginum.

Frá atkvøðum til umboðum

Tá tað í 2008 varð farið frá sjey valdømum til eitt valdømi, varð útrokningarhátturin broyttur. Føroyar hava lutfalsvalskipan, tað vil siga at rætt lutfall skal vera millum undirtøkuna, sum flokkarnir hava millum veljararnar, og umboðanina, sum teir eiga í tinginum.

Tinggáttin er 1/33, sum er 3,03 %. Tað vil siga, at ein flokkur, ið fær minni enn 3,03 % av atkvøðunum, ikki sleppur á ting.

Mannagongdin, tá roknað verður út, hvussu tingið skal mannast, er, at samlaða atkvøðutalið verður býtt við 33, tí 33 tingsessir eru at býta. Soleiðis fæst at vita, hvat ein tingsessur kostar í atkvøðum.

Um heila talið er lægri enn 33, so verður funnið fram til hvør skal eiga síðstu sessirnar við at hyggja eftir størsta brotinum. Til eitt løgtingsval plagar valluttøkan at liggja um tey 90 prosentini. Í ár eru tað eini 37000 fólk, ið hava valrætt. Tí kann roknast við, at ein tingsessur tingfólk kostar umleið 1000 atkvøður.

Løgtingsval

Ein grundleggjandi partur av fólkaræðinum er umboðandi fólkaræðið, sum í okkara føri er umvegis løgtingsval. Í minsta lagi fjórða hvørt ár, skulu føroya fólk velja fólk at umboð seg á bestan hátt. Tey, ið síðan verða vald, eru ikki bundin at nøkrum reglum, øðrum enn egnari sannføring. Sostatt hava tingfólk stórt frælsi.

Í Føroyum hava vit 57 valstøð. Minsta valstað er Elduvík, meðan Tórshavn er størst, við sínum stívliga 22.000 íbúgvum. Í ár varð løgtingsval útskrivað á Ólavsøku.

Løgmaður

Ovasti leiðari fyri útinnandi valdið í Føroyum er løgmaður. Løgtingið velur løgmann, sum útnevnir landsstýrisfólk. Tá løgtingið í 1816 varð niðurlagt, varð løgmansembætið eisini niðurlagt. Frá 1816 til 1948 var tískil ongin løgmaður í Føroyum. Amtmaðurin hevði hægstu umsitingarligu ábyrgd í Føroyum. Í 1948, tá ið heimastýrislógin varð sett í gildi, vóru bæði løgting og løgmansembætið endurreist – tó við munandi broyttum innihaldi. Uppgávan hjá løgmanni og landsstýri varð millum annað at fyrireika lógaruppskot at leggja fyri tingið, og at umsita lóggávuna, sum tingið samtykkir.

Síðan 1948 hava Føroyar havt 13 løgmenn. Atli P. Dam hevur, við sínum umleið 17 árum verið løgmaður longst. Hann varð fyrstu ferð valdur til løgmann eftir valið í 1970, og var løgmaður tíðarskeiðini 1970 til 1980, 1985 til 1989 og aftur frá 1991 til 1993.

11 valskeið hevur Javnaðarflokkurin átt løgmann. Sjey valskeið hevur Sambandsflokkurin átt løgmann og fýra valskeið hevur Fólkaflokkurin átt løgmann. Hinir flokkarnir hava ongantíð átt løgmann.

Visti tú?

Hesa ferð bjóða 179 valevni seg fram at vera vald í løgtingið. So mong valevni hava ongantíð fyrr verið, síðan Føroyar í 2008 gjørdust eitt valdømi. Á valinum fyri fýra árum síðan, vóru 167 valevni uppstillað.

Av teimum 33 løgtingslimum, sum í løtuni sita á tingi, eru sjey, sum nú gevast í politikki. Tey eru Joen Magnus Rasmussen, Bjørn Kalsø, Sonja Jógvansdóttir, Helena Dam á Neystabø, Edmund Joensen, Kári P. Højgaard og Magni Laksáfoss.

Flokkar

Til løgtingsvalið 31.august 2019 stilla níggju ymiskir flokkar upp. Teir eru Fólkaflokkurin (A), Sambandsflokkurin (B), Javnaðarflokkurin (C), Sjálvstýri (D), Tjóðveldi (E), Framsókn (F), Miðflokkurin (H), Framtakið (K) og Føroyaflokkurin (L).

Um talt verður frá Heimastýrislógin kom í gildið, so er tað tjúgunda ferðin at Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Sjálvstýri stilla upp til løgtingsval. Tað er fyrstu ferð, at Framtakið og Føroyaflokkurin stilla upp. Hjá Miðflokkinum er hetta áttanda ferðin og hjá Framsókn triðju ferð.

Politiskar ásir

Ofta verður tosað um at flokkar eru høgra- ella vinstrahallir. Soleiðis kunnu vit deila flokkarnar upp, fyri betur at skilja, hvat teir standa fyri, og hvørja kós teir vilja.

Høgrahallir flokkar vera ofta sagdir at vera liberalistiskir, sum merkir, at hesir flokkar fyrihalda seg kritiskt til, at staturin skal hava ov nógv vald. Serliga, tí tað avmarkar sjálvsavgerðarrættin hjá fólkinum og vinnuni. Liberalisman er millum annað grundarlagið fyri kapitalismuni.

Vinstrahallir flokkar eru teir, sum eru sosialistiskir. Tað merkir, at staturin skal hava ein virknan leiklut í flestu av viðurskiftunum í samfelagnum. Hetta umfatar eisini ognarviðurskifti av náttúrutilfeingi og almennum tænastum til borgarar. Soleiðis kann ein møguligur vinningur deilast út til allar borgarar í samfelagnum.

Tað serliga fyri politiska kumpassið í Føroyum er, at tað eisini hevur aðrar kósir at vísa enn bert høgru ella vinstru. Eitt nú er spurningurin um loysing ella samband sera avgerðandi hjá fleiri av politisku flokkunum, altso um hvørt Føroyar skulu varðveita ella loysa sambandið við Danmark.

Ein onnur ás, ið hevur fingið alt størri týdning, er siðbundin og nýmótans virðir. Hetta kemur eitt nú til sjóndar, tá talan er um fosturtøku, løgfrøðiligt kynsskifti og rættindi hjá samkyndum.

Trý úr Fólkaflokkinum, tvey úr Sambandsflokkinum og eitt úr Miðflokkinum
17-09-2019
Politikkur
Sjálvstýri er farið í valbólk saman við nýggju samgonguni um at velja løgtingsnevndir
17-09-2019
Politikkur
Samráðingar, samkomur og hátíðarstemningur er nú av og gerandisdagurin í Tinganesi byrja nú
16-09-2019
Politikkur
Løtan var hátíðarlig, tá nýggju landsstýrisfólkini í dag fingu setanarbrøv
16-09-2019
Politikkur
Í illveðrinum í dag varð nýggj samgonga skipað. Fleiri nýggj tingfólk fóru á sín fyrsta tingfund. Bjarni Árting Rubeksen hevur tikið myndirnar
14-09-2019
Politikkur
Uppboðssølan og menningarkvotur verða søga og loyvið verður aftur fest at stálinum
14-09-2019
Politikkur
Tey, sum seinastu árini eru dottin niður millum land og kommunu, tí ábyrgdarbýtið hevur verið ógreitt, skulu loftast. Tað sigur landsstýriskvinnan
14-09-2019
Politikkur
Nýggi landsstýrismaðurin við m.a. orkumálum um hendi, fer at raðfesta umleggingina til grøna orku, sum tað fyrsta
14-09-2019
Politikkur
14-09-2019
Politikkur
13-09-2019
Politikkur
13-09-2019
Politikkur
Klokkan 13:11 kom Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari, aftur til løgtingsformannin
13-09-2019
Politikkur
Tað hava verið nøkur krøv, sum Fólkaflokkurin og Miðflokkurin hava hildið fast uppá, sigur John Johannessen, viðmerkjari
13-09-2019
Politikkur
12-09-2019
Politikkur
12-09-2019
Politikkur
12-09-2019
Politikkur
12-09-2019
Politikkur
12-09-2019
Politikkur