Nú eru VIT spent!

Í sendingini hitta vit fitta vinin Vinus, sum dugir væl at finna uppá og siga frá. Inni hjá Vinusi er hugnaligt, veggirnir eru litfagrir, og hann eigur nógvar bamsur og nógv leiku at spæla við. Og góðar bøkur.

Í eini holu undir hillini býr Vimús. Vinus og Vimús er vinir hóast Vimús er ein mús. Alt sum Vinus eigur og finnur uppá, tað eigur Vimús eisini, ella næstan sama slag.


Hvørja ferð finna Vinus og Vimús uppá okkurt nýtt at vísa øllum. Sumt er torført at gera, sumt er torført at finna og sumt er nokkso torført at siga. Alla tíðina ber til at læra seg at siga øll orðini, hóast tey eru torfør.

 

Tað verða sendar 7 sendingar fram til summarfrítíðina.

 

Og so eitt afturat, hvørja ferð verður ein sangur við, ein góður barnasangur til øll, sum tíma at lurta.....eisini bamsurnar.

 

Síggjast fríggjakvøldið klokkan hálvgum sjey