Í kjallaranum á Staðnum er upptøkuhøli

Børnini og onnur, sum eru við í jólakalendaranum eru tikin upp á Staðnum í Vestmanna. Í kjallaranum er upptøkuhøli, og har hava Elin á Rógvi og Pauli Magnussen sitið og tikið upp saman við børnunum. Jólakalendararin - Flytifuglar gongur fyri seg í Vestmanna, og so at siga alt ljóð er tikið upp har. "Tað stuttligasta var at taka upp á Staðnum", søgdu børnini í samrøðu við Barnaútvarpið.