Marita er Oda

Tá id eg var barn, var útvarpið mítt sjónvarp. Eg gleddi meg til barnaútvarpið kom. Eg setti útvarpið , sum eisini var ein bandupptakari, á stovugólvið, legði eina sofapútu við hátalaran, so setti eg meg at bíða við tveimum strektum fingrum klárum at trýsta, annan á tann svarta playknappin og hin á tann reyða rec-knappin. Í senn. Knapparnir skuldu trýstast í botn í senn, og so tók bandið uppá. Tá ið bandið mól, legði eg meg væl til rættis á gólvinum, blundandi við pútuni undir høvdinum. Blundaði og lurtaði, og sá sjónvarp, ella blundaði sjónvarp ella kann tað eita blundivarp? Alla vikuna, til næsta leygardag, tá ið barnaútvarpið kom, spældi eg bandið umaftur. Nú eri eg vaksin, og í ár er tað eg, sum eri “inni í útvarpinum”, tí eg eri so heppin, at eg slapp at spæla við í jólakalendaranum - Flytifuglar. Hvønn dag lurti eg, og sjálvt um eg koyri bil ella vaski upp, meðan eg lurti, so er tað blundivarp - og eg elski enn barnaútvarpið.